Leita

Bólkar - bílegging og mannagongd

Allir bólkar, sum ferðast við Strandfaraskipum Landsins, skulu bíleggja pláss til ferðina. Tað merkir, at tá ið fleiri enn 10 persónar í sama ferðalagi skulu við bussi ella skipi, skulu hesi bíleggja pláss. Tó skulu serligir bólkar, sum ferðast við avsláttri (t.d. ítróttarfólk og skúlanæmingar) vera 5 ella fleiri, tá boðast skal frá.

- Allar bíleggingar skulu vera skrivligar.
- Bíleggingarseðilin er tøkur her á heimasíðuni (sjá niðanfyri). Tað ber eisini til at biðja Rutuupplýsingina á tlf. 343030 senda eintak av bíleggingarseðlinum.
- Bíleggingarseðilin skal fyllast út, og sendast við telduposti til bileggingssl.fo ella við faksi á tlf. 343003

Fyri at bíleggingin skal vera gildug, eru hesar treytir og mannagongdir:
1. Bíleggingarseðilin skal vera útfyltur. 
2. Bíleggingarseðilin skal vera SL í hendi í seinasta lagi 2 yrkadagar undan ynsktu fráferð.
3. SL kannar møguleika fyri, at bólkurin kann koma við tann ynskta túrin.
4. Er pláss fyri bólkinum, sendir SL váttan aftur til kundan (á bíleggingarseðlinum).
5. Er kapasitetstrupulleiki á ynskta túri, kann SL finna annan túr til bólkin, ella avvísa møguleikan fyri, at bólkurin sleppur við ynskta túr.
6. SL hava ikki skyldu til at økja um kapasitetin til bólkar, men skulu hesir gjalda fyri serflutning, um tey ikki vilja laga seg til tann avsetta kapasitetin.
7. Bíleggingarseðilin skal vera váttaður av SL fyri at hava gildi í bussinum/skipinum.
8. Tá bólkurin kemur umborð í bussin ella skipið, skal SL-váttanin vísast fram sum prógv fyri, at túrurin er bílagdur. Um bólkurin ikki hevur váttan, hevur førarin ikki skyldu til at taka bólkin við, um talan er um kapasitetstrupulleika.

(Click on the following link to get your booking word file. Fill in the form and save. When you are ready to book your journey e-mail your word file to bileggingssl.fo)

Bíleggingarfyrispurningur word-fíla (0,1 Mb)
Skriva upplýsingarnar inn í skjalið og goym. Send tað síðani sum e-mail til: bileggingssl.fo

Bíleggingarfyrispurningur pdf-fíla (0,4 Mb)
Tað krevst, at tú hevur Adobe Acrobat. Skriva upplýsingarnar inn í skjalið og goym. Send tað síðani sum e-mail til: bileggingssl.fo

Eru spurningar, ring á Rutuupplýsingina tel. 343030




Skriva út
 
Strandfaraskip Landsins  -  Sjógøta 5  -   Postboks 30  -  FO-810 Tvøroyri  -   Rutuupplýsing: Tlf. 34 30 30
Høvuðsskrivstovan: Tlf. 34 30 00  -  Fax: 34 30 01  -  E-post: fyrisitingKurlassl.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir