Ternan fór til Mest, Ritan fór til suðuroyarsamtak
Eftir fyrstu viðgerð av innkomnu tilboðunum vísti tað seg, at bæði fyri Rituna og Ternuna, vóru fyri SSL mest áhugaverdu veitararnir MEST og samtakið Vágs skipasmiðja/ Bærentsen. Hettar framgongur av innkomnu tilboðunum, og av víðari útgreining av tilboðunum.
Avgjørt varð tí at kalla hesar báðar veitarar til fund, soleiðis at teir fingu høvið til at greiða nærri frá sínum samlaða tilboði.
Við omanfyri standandi sum grundarlag valdi SL út frá eini heildarmeting at taka av tilboðnum frá samtakinum Vágs Skipasmiðju/Bærentsen til Rituna og av tilboðnum frá MEST til Ternuna.