Landsstýrismaðurin við innlendismálum hevur í dag sett Regin Vágadal, rakstrarleiðara í starv sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins (SSL). Regin hevur starvast á SSL síðani 2002, og síðani 2003 hevur hann verið rakstrarleiðari. Regin er 37 ára gamal, útbúgvin skipsførari, og er undir útbúgving sum akademimerkonom. Nýggi stjórin tekur við starvinum tann 1. mai í ár