Tann 16. jul. 2007 lækkaðu ferðaseðlaprísirnar munandi á øllum sjóleiðum, uttan á Mykinesleiðini. Orsøkin til at Mykinesleiðin ikki er umfatað av príslækkingin er, at tey ferðandi á hesi leiðini í stóran mun eru turistar og bert í minni mun eru fólk, sum búgva á oynni.
Tó hava tey, sum búgva á oynni, rætt til at ferðast fyri somu prísir á hesi leiðini, sum er galdandi fyri aðrar styttri sjóleiðir. Treytin fyri at fáa avsláttur er, at tann ferðandi:
(i)býr í Mykinesi
(ii)eigur hús í Mykinesi, ella
(iii)er partur av húski, t.v.s. maður, kona og børn, sum eiga hús í Mykinesi
Tey, ið halda seg lúka hesar treytir, verða vinarliga biðin um at venda sær til Strandfaraskip Landsins (SL) á tel. 34 30 81 ella á teldupost: jop@ssl.fo við upplýsingum um navn, bústað o.a.
SL ger síðan av, um treytirnar eru uppfyltar, og váttar hetta eftirfylgjandi fyri manningini umborð á ferjuni.