Smyril fer til eftirlit, og tí fer St. Ola at røkja Suðuroyarleiðina. Fyrsti túrur hjá St. Ola verður av Havnini týskvøldið 2. oktober. kl. 19:00. Smyril væntast aftur í sigling fyrst í November.
Orsaka av, at St. Ola gongur væl seinni enn Smyril, eri ikki pláss fyri meir enn tveimum túrum um dagin. St. Ola gongur 15 sjómíl, og er siglingartíðin mett til 2 tímar og 40 minuttir.
Siglt verður eftir gomlu ferðaætlanini, tó við broyting mikudag.
Siglt verður soleiðis:
7 Tvøroyri - Tórshavn
Frá/Dep.
Mánad.
Týsd.
Mikud.
Hósd.
Fríggjad.
Leyg.
Sunnu.
Monday
Tuesday
Wednesd.
Thursday
Friday
Saturday
Sunday
Tvøroyri
06.00
07.00
06.00
07.00
07.00
07.00
07.00
Tórshavn
10.00
12.30
14.30
10.00
12.30
10.00
10.00
Tvøroyri
15.30
15.30
17.30
14.00
15.30
17.30
17.30
Tórshavn
19.00
19.00
20.30
19.00
19.00
20.00
20.00
Siglingartíð/Travelling time: 2 t. 40 min.
Vehicles should be in the queue at least 15 mins before departure.
Komutíðir kunnu broytast vegna veður og streym.
Arrival times can vary due to adverse weather conditions.
Orsøkin til broytingina mikudag, er gjørd fyri at St. Ola skal hava stundir til at bunkra.
St. Ola tekur væl færri bilar/farm enn Smyril, og tí kann hugsast, at tað kemur fyri, at bilar/farmur standa eftir. Í hesum sambandi hevur SL avgjørt, at øll verða javnstillað, t.v.s. at tey sum koma fyrst í røðina hava fyrsta rætt at sleppa við, o.s.fr..
Av tí at Norrøna er á Havnini mánamorgun og St. Ola einki síðuportur hevur, og tí ikki fær lagt at úti á molanum, so verður nýggja kajøkið, vanliga kallað “Nyhavnin”, í Tórshavn brúkt, mánamorgun.