Í samband við at Strandfaraskip Landsins eru flutt í nýggj høli á Tvøroyri, verður almenn móttøka fríggjadagin 25/1 frá kl. 09.00 til 12.00, tá høvi verður hjá fólki at vitja á stovninum.
Seinnapartin frá 13.00 til 15.00 verður móttøka fyri innbodnum gestum.
Í samband við móttøkuna siglur Smyril fríggjadagin 25/1 av Havnini kl. 11.00 ístaðin fyri kl. 13.00.