Strandfaraskip Landsins bjóða nú alla koyring á Bygdaleiðum út. Hetta er 2. alemnna útbjóðing. Lýst verður í bløðunum í dag, og hava áhugaði uml. ein mánað at fyrireika síni tilboð.
Busskoyringin hjá Bygdaleiðum varð fyrru ferðina boðin úr í fríari kapping í 2001. Síðani hava privatir arbeiðstakarar røkt ymsu leiðirnar, meðan SSL hava stýrt og havt eftirlit við arbeiðinum.
Við grundarlagi í royndunum hetta tíðarskeiðið verður í 2. útbjóðing gjørdar munandi broytingar í útbjóðingarforminum, samstarvinum og skipanini av koyringini.
Verandi sáttmálar við privatu arbeiðstakararnar ganga út 1. mai. Hóast endaliga útbjóðingin av ymsum orsøkum er nakað seinka, skal alt fyrireikandi arbeiði til eitt nýtt sáttmálaskeið vera liðugt til ta tíð.
Útbjóðingartilfarið verður tøkt á heimasíðuni hjá SSL. Tey, sum ætla at bjóða, skulu venda sær til SSL um útbjóðingartilfarið.