Dánjal Andreasen er í dag settur í starv sum stjóri á Strandfaraskip Landsins. Dánjal Andreasen er 54 ára gamal, ættaður úr Leirvík, og er útbúgvin maskinmeistari. Hann hevur síðani 2002 verið rakstrarleiðari á Skála Skipasmiðju. Annars hevur hann m.a. starvast sum leiðari á maskindeildini hjá Landsverk og í Landsskúlafyrisitingini.