Mánadagin 27. juli verður farstøðin á Krambatanga væntandi klár at taka í brúk aftur. Skipasmiðjan Mest er í løtuni í gongd við at gera rampuna aftur, og eftir ætlan skal hon sýnast og roynast mánadagin. Um alt gongur eftir vild, verður hon klár at taka í nýtslu, so ferðafólk við Smyrli aftur kann ganga í land gjøgnum farstøðina á Krambatanga mánadag seinnapart.