Mánamorgunin tann 31. august sóu svínoyingar og fugloyingar nýtt skip koma at bryggju. Tað er nevniliga Súlan, ið er farin at røkja siglingina fyribils fyri Másan. Másin er farin til eftirlit, og liggur hann í Vági í løtuni. Ikki er ásett, nær Másin kemur at røkja siglingina aftur.