Brek rættað og mannagongdir fyri trygd settar í verk á Smyrli
Brekið, sum gav strandfaraskipinum Smyrli tekniskar trupulleikar í gjárkvøldið í Suðuroyarfirði, er nú rættað. Harumframt eru stig tikin til, at brekið ikki skal endurtaka seg
Tilburðurin í gjárkvøldið umborð á strandfaraskipinum Smyrli, har ein tekniskur trupulleiki stakk seg upp, meðan skipið var eystan fyri Suðuroynna, er viðgjørdur í dag, mikudagin 25. nov. 2009.
Umboð fyri hesar partar hava verið við í viðgerðini: Skipasýnið, DNV (Klassin), El Service, Strandfaraskip Landsins (SSL) og Vinnumálaráðið.
Staðfest er, at orsøkin til tekniska trupulleikan er, at ein komponentur til 24 volt skipanina, ið stýrir sonevnda stigningin á skrúvunum, var brendur yvir. Ein alarmskipan er knýtt at 24 volt skipanini. Uppbyggingin av alarmskipanini umfatar tó ikki umtalaða komponent.
Brekið er nú rættað við tað, at komponenturin er skiftur út, og fleiri alarmar eru settir á skipanina, eins og voltmetur er sett á skipanina. Harumframt eru trygdarmannagongdir settar í verk í sambandi við skipanina. Skipanin verður nú royndarkoyrd, og allar mannagongdir verða eftirmettar.
Siktið við tiltøkunum er at rætta brekið, ið gav trupulleikar umborð á ferjuni í gjárkvøldið, og at tryggja, at tað ikki endurtekur seg.
Í mun til hetta avgera Skipasýnið og Klassin um og nær, Smyril kann fara aftur í regluliga sigling fyri SSL.