Innkomnu tilboðini uppá umbyggingarnar av Ternuni og Rituni vera alment latin upp á skrivstovuni hjá SSL, hósdagin 14. januar kl 12:00. Áhugin fyri at bjóða uppá arbeiðið hevur verið stórur. Væntandi verður farið undir arbeiðið uppá Ternuna, so skjótt avgjørt er, hvør fær arbeiðið. Arbeiðið uppá Ternuna verður væntandi liðugt fyrst í mars, og fyrst í juni verður arbeiðið uppá Rituna væntandi liðugt.