Í sambandi við at Løgtingið hevur játtað 5 milliónir krónur til meira sigling á Suðuroyarleiðini, kemur niðanfyri standandi ferðaætlan í gildið komandi mánadag, tann 16. juli 2007.
Í høvuðsheitinum eru broytingarnar, at tríggir túrar verða mánadag og mikudag, og ein hálvur túrur fríggjadag og leygardag. Hetta viðførir so eisini, at Smyril liggur nátt í Havn, fríggjakvøld.
Fráf.
mán.
týs.
mik.
hós.
frí.
leyg.
sun.
Tvøroyri
06.00
07.00
06.00
07.00
07.00/06.00
07.00
Tórshavn
08.30
13.00
08.30
09.30
13.00
07.00
09.30
Tvøroyri
11.00
15.30
11.00
14.00/15.30
15.30
09.30
17.30
Tórshavn
13.30
18.30
13.30
18.30
18.30
15.30
20.00
Tvøroyri
18.30
18.30
21.00
18.30
Tórshavn
20.30
20.30
21.00
Reytt = vetur (galdandi frá 6/9 – 20/6)
Smyril skal væntandi í dokk síðst í september. Avloysaraskipið verður St. Ola. St. Ola siglir nakað seinni enn Smyril, og klárar tí ikki at yvirhalda nýggju ferðaætlanina. Tískil fer at verða siglt eftir núverandi ferðaætlan í knappan mánað.
SL fer fyrst í komandi viku at skriva undir leigusáttmála við St. Ola. St. Ola hevur fyrr siglt fyri Smyril, og hevur hetta verið ein góð loysn.