|
Løgtingið hevur eisini játtað 5 milliónir krónur til lækkingar í ferðaseðlaprísinum, og koma niðanfyri prísir í gildið komandi mánadag, tann 16. juli 2007. Príslækkingin umfatar bert Oyggjaleiðir. Viðmerkjast skal, at í hesari játtanini, er eisini íroknað tveir dagar um ári, har frítt verður at sigla og koyra við Strandfaraskipum Landsins. Nær hesir dagar verða, er ikki fastlagt enn.
Í høvuðsheitinum merkir hetta, at ferðaseðlar fyri ferðafólk lækka við uml. 50%, og ferðaseðlar fyri akfør lækka við uml. 22%.
Sum nakað nýtt, so hevur SL avgjørt, at tað skal bert gjaldast annan vegin, t.v.s. at tá goldið verður, so verður rindað fyri báðar vegir. T.d. um ein ferðandi skal úr Havn til Suðuroyar við Smyrli, so rindar viðkomandi einki úr Havn, men skal tó rinda tað dupulta, tá viðkomandi fer til Havnar aftur.
Við hesi broyting fellur møguleikin fyri gjøgnumbillettering millum Oyggjaleiðir og Bygdaleiðir burtur.
Smærri tillagingar eru gjørdar, og er eisini ein nýggj tænasta, sum er mánaðarkort fyri persónbilar.
Á Mykinesleiðini verða prísirnir ikki broyttir, av tí at tað so at siga bert eru ferðafólk, sum brúka farleiðina. Tó ber til hjá teimum, sum búgva á oynni, ella hava tætt tilknýti til oynna, at fáa eitt borgarakort, sum gevur rætt til somu prísir sum á teimum styttri leiðinum.
Nýggju ferðaseðlaprísirnir á Oyggjaleiðum síggjast her.
|