Í sambandi við eftirlit fer Smyril av landinum 30. september. Leiðin gongur til Landskrona, har avtalað er gjørd við “Øresundsvarvet”. Arbeiðið er mett til at taka uml. 4 vikur, og væntast Smyril í sigling aftur fyrst í november. Í hesum tíðarskeiðið kemur St Ola at røkja farleiðina um Suðuroyarfjørð.
Av tí at St Ola siglir seinni enn Smyril, og harvið ikki klárar at halda verandi ferðaætlan, so verður siglt eftir gomlu ferðaætlan, t.v.s. tveir túrar um dagin.