Í samband við Hvítusunnutúrin hjá Smyril, skal SL gera vart við, at tað verða bert fólk við atgongumerkjum til Hvítusunnu Cruise, sum fáa atgongd til skipið. Smyril flytir ikki ferðafólk, farm ella bilar ímillum Tvøroyri og Tórshavn hendan dagin. Tó kunnu fólk við bráðfeingis tørvi venda sær til tænastuleiðaran á tlf nr 543046 ella á Farstøðina.