Leiðslan skal hervið kunngera, at skiparin er settur til M/F “Smyril”
Leiðslan hevur valt at seta Erland Mørkøre sum skipara. Hann byrjar í starvinum tann 9. juli 2009.
Erland er 55 ára gamal og búsitandi í Froðba. Hann byrjaði hjá Strandferðsluni 2. juni 1982 sum skipari við Ternuni um Leirvíksfjørð. Í 1982/83 var hann í Trinidad við Teistanum, har hann var við sum stýrimaður.
Erland hevur síðani siglt við Teistanum og Smyrli sum yvirstýrimaður og avloyst sum skipari.
Erland Mørkøre og Niels Harald Michelsen verða skiparar á Smyril, nú Hanus Lassen og Pauli Larsen eftir drúgva og trúgva tænastu fara frá fyri aldur í summar. Hanus og Pauli eru báðir 68 ár gamlir og hava verið hjá Strandferðsluni í ávikavist 36 og 21 ár.
Pauli Larsen siglir í dag 18. juni sín síðsta túr sum skipari á Smyrli, og mynstrar hann av skipinum á Krambatanga kl.11.30.
Hanus Lassen siglir sín síðsta túr sum skipari um Suðuroyarfjørð 2. juli, og mynstrar hann somuleiðis av skipinum hendan dag kl. 11.30.
Strandfaraskip Landsins vil takka Hanusi og Paula fyri gott arbeiðið og trúskap øll tey mongu árini, teir hava verið í tænastu á Strandfaraskipum Landsins, og ynskja vit teimum alt gott framyvir, nú teir fara frá fyri aldur.