Frá 01. juli 2009 verða prísirnir á mánaðarkortum á oyggjaleiðum broyttir, so teir samsvara við ferðaætlanina, ið kom út 01. mai 2009.
Hetta ber í sær, at framyvir skulu vaksin ferðandi rinda 900 kr fyri eitt mánaðarkort á Suðuroyarleiðini og 450 kr fyri aðrar leiðir. Ferðandi við bili skulu framyvir rinda 2000 kr fyri eitt mánaðarkort á Suðuroyarleiðini og 1500 kr fyri aðrar leiðir. Børn og pensiónistar skulu framyvir rinda 450 kr fyri eitt mánaðarkort á Suðuroyarleiðini og 225 krónur fyri aðrar leiðir.
Allar prísbroytingarnar síggjast í ferðaætlanini og á heimasíðuni www.ssl.fo.