Í samband við at Smyril fer í dokk verður síðsti túrur hjá Smyril sigldur av Havnini kl 13:00 fríggjadagin 17. septembur. Regina Baltica tekur síðani yvir, og siglir fyrsta túrin av Vági til Havnar kl 15:30. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í samband við fráferðina. Síðani verður siglt eftir kunngjørdu ferðaætlan. Smyril kemur væntandi aftur í sigling umleið hálvan oktobur.