Leita
2005
22-09-2005
Ung myndlistafólk prżša nżggja Smyril
Strandfaraskip Landsins hava valt eitt ’konsept’ fyri listaliga prýðing av nýggja Smyrli, sum leggur dent á unga, føroyska list. Sjey evnarík, ung, føroysk myndlistafólk eru kosin til uppgávuna.

Høvuðstreytirnar fyri prýðingini eru, at listafólkið skal vera føtt eftir 1960, arbeiða fulla tíð við myndlist og hava listaliga útbúgving. 1960 er sjálvsagt eitt tilvildarligt árstal, og kortini kemur ein áhugaverd mynd til sjóndar, tá ið farið verður niður í nøgdina av gávuríkum, ungum, føroyskum listafólki, sum lýkur treytirnar. Tey skúlaðu, føroysku myndlistafólkini, sum eru fødd eftir 1960, hava tað í felag, at tey arbeiða ógvuliga vitandi við føroyskari málningahevd og eru við til at umskapa hana við bæði innliti og virðing.

Eitt annað metingarstøði fyri prýðingina umborð á Smyrli hevur frá byrjan verið ynski um, at prýðingin skal vera ein heildaruppliving, at hon skal vera í tráð við skipsbyggilistina og skapa eina eyka dimensión í upplivilsið at sigla. Vónin er, at ferðafólk við Smyrli skulu uppliva prýðingina fjølbroytta og spennandi, men eisini sum eina ‘estetiska’ heild, sum kann siga eina heila søgu.

Tí er tað ein stór gleði, at hesi listafólk hava játtað at prýða skipið: Hansina Iversen, Anker Mortensen, Rannvá Pálsdóttir Kunoy, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen og Bjarne Werner Sørensen.

Tey sjey listafólkini hoyra til eitt ættarlið, sum listarliga hava leitað sær út í heim, men hóast tað hava samband við føroyskan myndlistasið og á hvør sín hátt siga frá um føroyska listasøgu. Felags fyri fleiri teirra er eisini, at tey búgva í útlondum og tí eru við til á besta hátt at umboða Føroyar úteftir. Teirra list er tó ein týðandi partur av føroyskari listasøgu, og tað er tí ein stór gleði fyri Strandfaraskip Landsins, at tey hava tikið av hesari týdningarmiklu uppgávu í heimlandi teirra. Tey sjey listafólkini eru vald orsakað av teirra listaligu gávum og, hóast tey eru ymisk, av teirra listaliga felagsskapi.

Søgan um føroyska myndlist, soleiðis sum hon verður sædd við ’ungum eygum’, kann ikki einans lýsast við verkunum hjá hesum sjey listafólkunum. Føroyar hava seinastu áratíggini fostrað eitt stórt tal av gávuríkum listafólkum, og framvegis leggjast fleiri til, sum í komandi tíðum fara at mynda føroyska listasøgu.

Tí er tað ætlanin, at sjálvtøku-matstovan á nýggja Smyrli skal brúkast til skiftandi framsýningar hjá fyrst og fremst ungum listafólki, so at søgan um føroyska myndlist, sum verður søgd umborð á Smyrli, alla tíðina kann víðkast, perspektiverast og gerast fjølbroyttari.

Harumframt kunnu ferðafólk umborð á Smyrli síggja gávur givnar Smyrli í sjálvtøku-matstovuni.

Í sambandi við, at skipið kemur til landið í oktober, verða fjølmiðlarnir kunnaðir um alla ætlanina um prýðingina, har greitt verður meira nágreiniliga frá um listaverkini, alt hugskotið, og stuðulin í hesum sambandi til unga list.

Strandfaraskip Landsins hevur valt koncept eftir ráðgeving frá listfrøðingi, við kunnleika til føroyska list, í samstarvi við skipsarkitektin á nýggja Smyrli.
Flutningskostnašurin į Sušuroyarleišini lękkar  - 11-12-2005
Feršaętlanin fyri Smyril og Bygdaleišir ķ Sušuroy broytt. - 08-12-2005
Dįlking av fiskavatni veršur nś stųšgaš.  - 03-11-2005
Nżggi Smyril ķ sigling mįnadagin - 26-10-2005
Smyril kemur til Havnar ķ morgin  - 21-10-2005
Nżggi Smyril fer į Tvųroyri  - 14-10-2005
Skipini lųgd orsakaš arbeišsstešgin  - 13-10-2005
Hįtķšarhald fyri Smyrli - 12-10-2005
SL yvirtikiš nżggja Smyril  - 29-09-2005
Nżggi Smyril doypast nęsta leygardag - 14-09-2005
Farmaleišir undirskrivar sįttmįla viš Samskip - 14-09-2005
Frįbošanir um uppsagnir  - 13-09-2005
Ętla at nżggi Smyril skal verša lišugur um 16 dagar  - 06-09-2005
Nżggi Smyril stóš royndina  - 30-08-2005
Ternan fer at sigla į Ovastevnu. - 11-08-2005
Sušuroyarleišin óreglulig ķ dag  - 07-06-2005
Ķskoytissįttmįli um byggingina av Smyrli  - 06-06-2005
Smyril fluttur mikudagin ķ sambandi viš landsdyst  - 30-05-2005
Trygdin į M/F Smyrli  - 25-05-2005
Smyril mist stżriboršsróšriš  - 12-05-2005
Hįtķšarhald į Syšradali  - 16-04-2005
Fundur viš IZAR  - 10-02-2005
 
Strandfaraskip Landsins  -  Sjógųta 5  -   Postboks 30  -  FO-810 Tvųroyri  -   Rutuupplżsing: Tlf. 34 30 30
Hųvušsskrivstovan: Tlf. 34 30 00  -  Fax: 34 30 01  -  E-post: fyrisitingKurlassl.fo