Betri tænasta til borgarar í Viðareiðis og Hvannasunds kommunum

14.08.2015

Samferðsludeildin hjá Strandfaraskipum Landsins hevur gjørt sáttmála um skúlabarnaflutning við Viðareiðis og Hvannasunds kommunur.

Við nýggja sáttmálanum verða tað nú fleiri fráferðir hjá leið 500, ið fer at røkja bussflutning til og frá Klaksvíkar skúla.

Um morgnanar verða børnini avheintaði og koyrd beinleiðis til skúlan og tvær nýggjar fráferðir eftir skúlatíð verða úr Klaksvík og verða børnini tá avheintaði við Sandin í Klaksvík og koyrd heimaftur. Kommunurnar syrgja fyri at ávísa góðkend steðgipláss.

Nýggi sáttmálin verður undirskrivaður mánadagin 17. august á kommunuskrivstovuni í Hvannasundi.