Bíligari at ferðast við Smyrli

19.12.2014

Kunning um nýggju ferðaseðlaskipanina sum kemur á Smyrli stutt eftir árskiftið

Príslækking á øllum ferðaseðlum til persónar

Ferðaseðil til vaksin kostar kr. 80, mánaðarkort til vaksin kr. 900 og haraftrat heldur avslátturin til børn, pensjónistar og lesandi fram.

Vanligur ferðaseðil

Ferðaseðlar skulu keypast í kioskini sum vanligt.

Sparið 15% við virðiskorti

Hetta kemur í staðin fyri 10-túra kortið. Eitt kort verður keypt fyri 50 kr., peningur verður fyltir á tað, og ferðast kann so til peningurin er uppi. Kortið kann keypast umborð, so er tað uttan navn, ella tað kann keypast á høvuðsskrivstovuni ella á Farstøðini í Havn, so verður navnið á viðkomandi, sum eigur kortið, prentað á. Virðiskortið kann nýtast á øllum skipum hjá Strandferðsluni og í øllum bussum hjá Bygdaleiðum. Fyllast kann á kortið umborð á øllum skipum og í øllum bussum hjá Bygdaleiðum.

Mánaðarkort

Fyrstu ferð, ein skal hava mánaðarkort, má tað keypast á høvuðsskrivstovuni ella á Farstøðini í Havn, fyri at fáa skrásett við navni. Kortið kostar 50 kr. Mánaðarkortið kann endurnýggjast á øllum skipum og í øllum bussum.

Fólkaskúlakort

Flestu kommunur í landinum hava sáttmála við SSL um skúlabarnaflutning. Næmingurin fær eitt skúlakort frá Strandferðsluni, sum hann ferðast við. Skúlarnir boða SSL frá, hvørjir næmingar skulu hava kort.

Miðnámsskúlakort

Studni hevur avtalu við SSL um skúlakort til miðnámsskúlanæmingar. Næmingurin bíleggur kortið á alnetinum.

Vinnukort

Virki og stovnar, sum eru kundar hjá SSL, fáa vinnukort. Vinnukortið kann nýtast at gjalda við umborð á skipunum og í bussunum. Virkið fær rokning eftir nýtsluni.

Á Smyrli

Ferðaseðlar á Smyril verða keyptir í kioskini á veg norður av Krambatanga, og skulu latast einum av manningini á veg í land. Mánaðarkort og skúlakort skulu leggjast afturat lesarunum í kioskini og kvittan skal latast manningini á veg í land. Hurðarnar niður á dekkið verða latnar upp áðrenn komu og stongdar aftur eftir at manningin hevur avgreitt ferðaseðlarnar. Landgongdin letur upp eftir at skipið hevur lagt at bryggju. Kunnað verður í hátalara nær dekkið og landgongd letur upp.