Herdar reglur um hvílitíð forða viðlíkahaldi um náttina

03.07.2015


Í tíðindunum fríggjakvøldið 27. juni visti KVF at siga, at Teistanevndin í Sandoynni mótmælti, at Teistin ikki verður viðlíkahildin um náttina eins og til dømis tunlarnir.Strandfaraskip Landins eru ikki biðin um at gera viðmerkingar til nevndu tíðindir. Tí hetta skriv.

Herdar reglur um hvílitíð eru orsøkin
Viðlíkahald verður ikki gjørt umborð á Teistanum um náttina orsakað av herdu reglunum fyri hvílitíð.Skuldi viðlíkahald verið gjørt um náttini, hevði Teistin muga ligið stillur dagin eftir, inntil manningin hevði fingið lógarkravdu hvíldina.Viðlíkahald hevur ikki verið gjørt umborð á Teistanum um náttina seinastu tvey árini, tí manningarnar skulu í miðal hava 11 tímar hvíld hvørt samdøgur. Av hesum í minsta lagi ein óbrotin hvíld á seks tímar.Teistin siglir rættiliga nógvar túrar hvønn dag. Uttan steðg frá kl 06.30 – 23.30, og tí er tað longu nú ein stór avbjóðing at yvirhalda kravdu hvíldina. Fyri at kunna gjøgnumføra verandi ferðaætlan, má Teistin skifta manning hvønn dag.Tað kemur fyri, at einstakir túrar hjá Teistanum verða tiknir burtur úr vegna viðlíkahald, men tað verður altíð gjørt, so tað fær so lítla ávirkan á tey ferðandi sum gjørligt. Alt hetta hava SSL greitt Teistanevndini og politikarum frá á fundum, ið hava verið millum partarnar. SSL hava einki ímóti at gera viðlíkahald um náttina, men av tí, at manningin svevur umborð frá midnátt til klokkan seks um morgunin, og Teistin ikki er serliga stórt skip, hava SSL valt ikki at brúka hesa tíðina til viðlíkahald fyri ikki at órógvað náttarfriðin hjá manningini. Um Teistanevndini ynskir at gera viðlíkahald um náttina, og lata Teistan liggja stillan seks tímar um dagin, seta SSL seg ikki ímóti hesum. Tað vil tó í síðsta enda helst blíva ein spurningur um, hvat ið politiska skipanin vil.

Munur á viðlíkahald á sjónum og á landi
Tað kom ikki fram í tíðindunum, at tað kemur fyri, at tunlar verða stongdir vegna viðlíkahald. Og harumframt tað er eisini stórur munur á at arbeiða á landi og á sjónum.Á landi er ikki líknandi kravd hvílitíð, so í roynd og veru kann ein arbeiðsmaður á landi arbeiða alt samdøgrið.Tá ið viðlíkahald verður gjørt í tunlunum um náttina, er tað væl tí, at tá er minst ferðsla, og einki arbeiðsfólk svevur í tunlunum um náttina.Tá ið SSL viðlíkahaldur skipini, verður hetta altíð gjørt á skynsamasta hátt, so brúkaran verður ávirkaður sum minst, og manningarnar fáa ta lógarkravdu hvíldina

Tað kom ikki fram í tíðindunum, at tað kemur fyri, at tunlar verða stongdir vegna viðlíkahald. Og harumframt tað er eisini stórur munur á at arbeiða á landi og á sjónum.Á landi er ikki líknandi kravd hvílitíð, so í roynd og veru kann ein arbeiðsmaður á landi arbeiða alt samdøgrið.Tá ið viðlíkahald verður gjørt í tunlunum um náttina, er tað væl tí, at tá er minst ferðsla, og einki arbeiðsfólk svevur í tunlunum um náttina.Tá ið SSL viðlíkahaldur skipini, verður hetta altíð gjørt á skynsamasta hátt, so brúkaran verður ávirkaður sum minst, og manningarnar fáa ta lógarkravdu hvíldina

Øll skipini hjá SSL – uttan Teistin - eru mannaði við tveimum manningum fyri at yvirhalda ásettu hvíldina. Teistin má hava tríggjar manningar fyri at kunna sigla allar túrarnar.

Teistin siglir flest túrar um vikuna
Teistin siglir 122 túrar Sandoy/Gamlarætt og 36 túrar til Hest.
Ternan siglir 84 túrar Nólsoy/Tórshavn.
Smyril siglir 32 túrar Tvøroyri/Tórshavn.
Sam siglir 94 túrar Syðradalur/Klaksvík.
Ritan siglir 44 túrar Svínoy-Fugloy/Hvannasund.
Sildberin siglir 56 túrar Skúvoy/Sand.

Kvf er altíð vælkomið at biðja SSL um viðmerking
SSL hevði hóvað væl, um Kvf gjørdi sær til vana at biðja um eina viðmerking, tá ið talan er um tíðindir, ið viðvíkja SSL, og sum SSL týðuliga eigur at gera viðmerkingar til.SSL kann ikki tvinga Kvf at gera hetta, og SSL kann heldur ikki krevja at sleppa við í sama innslag. Men tað burdi verið góður fjølmiðlasiður at fylgt málinum upp og t.d biðið SSL gjørt viðmerkingar til tíðindir, ið týðuliga eru atfinningarsom – og sum bara eru lýst frá einari síðu.