Nýggj talgild bókingarskipan til rutuflúgvingina hjá tyrluni

19.08.2015

Mikudagin 19. august var ein nýggj talgild bókingarskipan til rutuflúgvingina hjá tyrluni tikin í nýtslu.  Við nýggju skipanini, avgreiða viðskiftafólk øll síni viðurskifti á alnetinum.  Skipan vísur nær tyrlan flýgur, hvussu nógv pláss eru tøk og loyvir viðskiftafólki at bóka, gjalda, broyta, og avlýsa bókingar døgnið runt.

Ein annar stórur fyrimunur við nýggju skipanini er, at um broytingar eru í ferðaætlanini t.d. vegna veður, verður eitt SMS boð sent út til øll, sum hava bókað sær pláss og eru ávirka av broytingunum.

Hilmar Eliasen, stjóri í Strandfaraskipum Landsins fegnast um nýggju talgildu bókingarskipanina og sigur í stuttari viðmerking, at Strandfaraskip Landsins kannar eisini hvørjir møguleikar eru at innføra talgildar bókingarskipanir í samband við aðrar tænastur hjá Strandfaraskipum Landsins.

Tað er Atlantic Airways, ið hevur ment nýggju talgildu bókingarskipanina, og røkir rutuflúgvingina fyri Strandfaraskip Landsins.

Beinleiðis leinkjan til nýggju talgildu bókingarskipanina er https://tyrla.atlantic.fo