Nýggjur fíggjarleiðari

30.01.2015

Eftir at tað herfyri varð lýst eftir fíggjarleiðara til Strandferðsluna, og ein setanartilgongd hevur verið í gongd, er gjørt av at seta Niels Juel Arge í starvið.

Niels Juel hevur drúgvar og fjølbroyttar leiðslu– og starvsroyndir innan privata og almenna geiran. Hann er útbúgvin cand.merc.aud og hevur ískoytisútbúgving í journalistikki.

Síðani august mánað í fjør hevur Niels Juel verið fyribils fíggjarleiðari á Stranferðsluni. Í 2006-07 virkaði hann sum fíggjarleiðari og síðani fyribils stjóri.