Sildberin fingið ferðafólkaloyvið

12.02.2015

Síðani Sildberin kom í sigling í august í fjør, hevur hann siglt við fyribils ferðafólkaloyvi. Av tí at nógvir stovnar hava arbeitt saman í málinum, hevur tað tikið í longra lagi, at fingið loyvið endaliga upp á pláss. Men í dag hevur Sjóvinnustýrið útskrivað endaligt ferðafólkaloyvið til Sildberan. Sambært loyvinum kann Sildberin um veturin flyta 30 ferðafólk, og um summarið flyta 37 ferðafólk. Arbeitt verður enn við at hækka ferðafólkatalið um summarið upp á 50 ferðafólk.