Starvssetanir

25.07.2015

Jóhan Petur Abrahamsen er settur í starv sum leiðari á Sjódeildini. Hann tekur formliga við starvinum mánadagin 3. august, har hansara fyrsta uppgáva verður at seta ein nýggjan skipsinspektør.

Eisini er Marin H. Hentze sett í starv sum nýggjur ferðslusamskipari. Marin er vágbingur og hevur ferðavinnu útbúgving;  BA í Hospitality Management og MA í Arts and Tourism. Arbeiðsroyndir hennara koma m.a frá leiðarastarvi í Visit Vagar og verkætlanararbeiði á Christiansborg  har hon hevur verið við til at samskipa ferðavinnupakkar til Tvøroyri og Grønlands við cruise skipum. Marin tekur við starvinum mánadagin 3. august.