Strandferðslan boðaði frá á røttum stað

19.06.2015

Eftir at Útvarpið mikudagin 17. juni bar fram tíðindir, sum kunnu skiljast sum at Strandferðslan ikki yvirhelt sína fráboðanarskyldu í samband við óhappið hjá Teistanum skírisdag í fjør, skal Strandferðslan staðiliga vísa á, at Strandferðslan boðaði frá á røttum stað og yvirhelt allar lógarásettar skyldur.

 

So títt og knapt boð komu frá Teistanum um óhappið, varð farið í gongd við at boða teim pørtum frá, ið sambært tá galdandi mannagongdunum skuldu fráboðast, og sum tað í hesi brádliga íkomnu støðu var neyðugt at fráboða.

 

Fyrst og fremst var tað klassingarmyndugleikin, Det Norske Veritas/DNV. Sambært trygdarskipanini hjá SSL – International Safety Management/ISM – sum á hvørjum ári er góðkend av avvarðandi sýnsmyndugleika, var ásett, at í slíkari støðu skuldi Klassin fráboðast.

 

Tá ið tað beinanvegin varð staðfest, at eingin leki var á skipinum, var tað sambært reglunum nóg mikið við hesi fráboðan. Klassin ger vanliga øll sýn hjá reiðarínum og boðar síðani Sjóvinnustýrinum frá støðuni.

 

Harnæst var neyðugt at fáa kavara á staðið fyri at staðfesta støðuna undir vatnganginum. Eisini varð boð sent eftir tryggingarfelagnum at koma at sýna skaðan. Og leiguskip mátti útvegast, tí Ternan mátti takast av Nólsoyarleiðini yvir á Skopunarfjørð at avloysa Teistan.

 

Í baksýni kann ein kanska siga, at Sjóvinnustýrið helst burdi verið fráboðað, men tað var ikki eitt krav tá, og tað var heldur ikki neyðugt fyri at fáa tingini avgreidd. Eftir óhappið er støða tó tikin til at skriva inn í trygdarmannagondirnar, ISM’ið, at eisini Sjóvinnustýrið beinanvegin fær fráboðan í slíkari støðu.

 

Tíðindini í ÚF fingu tað at ljóða, sum um okkurt var galið við trygdarmannagongdunum hjá SSL. Men tað var, og er tað ikki.

 

Vónandi verða hesi viðurskifti, ið vit her hava greitt frá, útvarpaði eins væl og tíðindini, ið bóru á skeivan bógv.  Tíðindini vóru tikin úr einum størri samanhangi, men var SSL vorðin spurd um hetta, hevði ÚF fingið forklárað samanhangin, og tíðindini høvdu komið røtt út.