Strandferðslan og flutningur av fýrverki

06.12.2017

Nú tað stundar til nýggjárshald kring oyggjarnar, er vanligt at nógv fýrverk kemur til landið. Fýrverk er ein sjálvsagdur partur av nýggjárshaldinum hjá flestu føroyingum á ein ella annan hátt.
 Men fyri at trygdin skal vera í hásæti er alneyðugt hjá øllum sum hava í hyggju at flyta fýrverk millum oyggjar við skipum hjá strandfaraskipum landsins, at kunna seg um hvørjar treytir eru galdandi fyri tað skipið sum tey skulu við.

Strandfaraskip landsins hava 6 skip sum eru ógvuliga ymisk, men flestu av teimum eru fevnd av sera strongum altjóða krøvum um flutning av vandamiklum farmi (IMDG Kotan), sum millum annað snýr seg um fýrverk.
Flestu av skipunum hava ikki loyvi til at føra nakað fýrverk, og tað sama er galdandi um fýrverki verður sent við flutningsfyritøku umvegis okkara skip.

Heitt verður á kundar okkara sum hava fyri neyðini at flyta fýrverk millum oyggjar, at seta seg í samband við okkum soleiðis at ein loysn kann finnast.