Teistin fekk um skrúvuna

09.04.2021

Tá ið Teistin fór úr Skopun hósdagin kl. 14:00, varnaðist skipain, at okkurt av áfatt við einari av skrúvunum tá ið siglt varð gjøgnum pollin í Skopun.

Siglt var tí við einari skrúvu yvir á Gomlurætt, har neyðugt var at  fáa kavara at kanna, hvat var áfatt. Orsøkin vísti seg at vera, at meginparturin av einum troli var komin um skrúvuna, sum síðani bleiv skorið av.

Neyðugt var at útseta túrin av Gomlurætt til Skopunar kl. 15:50 til kl. 16:05.