Vánalig líkindi kunnu merkja óstøðuga ferðslu

16.11.2015

Tað merkist á veðrinum, at vit eru komin í novembur mánað; veðrið er illfýsið og hvirlurnar eru hvassar. Vána veðrið kann føra til óstøðuga ferðslu á sjógvi og landi og Strandfaraskip Landsins heita tí okkara ferðandi, at kunna seg um ferðsluna teir dagar veðrið er illfýsið.

Broytingar í ferðsluni verða lagdar út á heimasíðuna í gula teigin "Broytingar" og tey, ið eru timeldaði okkara sms-tænastu fáa boð umvegis sms.

Eisini ber til at ringja til rutuupplýsing á tlf.: +298 34 30 30 - svarar alt døgnið.

Ella meldið tykkum til okkara sms-tænastu við at fylgja vegleiðingini her: http://www.ssl.fo/fo/um-ssl/samband/sms-taenastan-1980/