Avgreiðsla

Víst verður til nærmastu farmastøð og/ella farmaavgreiðslu at avgreiða farm. Sí yvirlit yvir farmastøðir og farmaavgreiðslur her.

Farmur verður bert fluttur til niðanfyristandandi øki:

  • Stykkjagóðs og fiskaflutning millum farmahølið í Tórshavn og farmahølið á Tvøroyri.
  • Stykkjagóðs millum Klaksvík og bygdirnar á Kalsoy, Svínoy og Fugloy.
  • Stykkjagóðs (og lutvíst fiskaflutning) millum farmahølið í Tórshavn og Hest, og bygdirnar á Sandoy og Skúvoy.
  • Stykkjagóðs millum Tórshavn og Nólsoy.

Í dagtímum frá kl. 08:00 til kl. 16:00 kann farmur avgreiðast á Farstøðini í Havn.

Farmur skal verða farmastøð ella farmaavgreiðslu í hendi í seinasta lagi ein tíma áðrenn fráferð.

Á plássum har ongin farmastøð ella farmaavgreiðsla er, kann skipsmanningin avgreiða farm. Eisini ber til at fáa farm avgreiddan, tá okkara farmabilur er á staðnum.

GEVIÐ GÆTUR: Farmur til Smyril má verða latin okkum í seinasta lagi 1 tíma undan fráferð.