Ferðaseðlar

Hvussu keypi eg ferðaseðlar?

Ferðaseðlar kunnu keypast á ferðini, tá farið verður í bussin ella umborð á skipið.

Ferðaseðlar til bussar kunnu eisini keypast frammanundan fráferð á Farstøðini í Tórshavn.

Ferðaseðil til Smyril verður keyptur í kioskini á dekki 5 á túrinum av Tvøroyri til Tórshavn.

Ferðaseðil til Teistan við bili og tilhoyrandi ferðafólk kann bíleggjast og gjaldast frammanundan fráferð á bíleggingarskipan okkara.

Ber til at gjalda fyri ferðaseðil við gjaldskorti?

Til ber at gjalda við gjaldskorti á øllum leiðum okkara.

Ber til at gjalda fyri ferðaseðil við reiðum peningi?

Til ber at gjalda við reiðum peningi á øllum leiðum okkara.

Ber til at gjalda fyri ferðaseðil við SSL korti á øllum leiðum?

Til ber at gjalda við SSL korti á øllum leiðum okkara uttan á leið 36 Sørvágur – Mykines og umvegis bíleggingarskipanina á leið 60 Skopun - Gamlarætt og leið 85 - Skopun - Gamlarætt.

Hvussu keypi eg ferðaseðil til Mykinesar?

Ferðaseðlar til Mykinesar skulu bíleggjast á www.mykines.fo

Hvussu keypi eg ferðaseðil við Tyrluni?

Ferðaseðlar við Tyrluni skulu bíleggjast á www.atlantic.fo