Switch to english
  • 5.september: Avlýsing á leið 36

    Seinast dagført: 5. september kl. 08:19

    Fyri veður eru fráferðirnar úr Sørvági kl. 10:45 og úr Mykinesi kl. 11:30 avlýstar leygardag 5.september.

  • 5. september: SAM aftur í sigling á Kalsoyarleiðini

    Seinast dagført: 4. september kl. 17:35

    SAM byrjar aftur at sigla á Kalsoyarleiðini leygardagin 5. september fyrsti túrur hjá SAM er av Klaksvík kl. 14.00 og siglt verður sambært galdandi ferðaætlan.

    Galdandi fyri:
  • 5.-6. September: Leið 410 steðgar bert við Gjógvará

    Seinast dagført: 2. september kl. 10:56

    Í sambandi við Mentanardagar í Fuglafirði, 5. og 6. september, eru fleiri vegir í Fuglafirði stongdir. Tí steðgar leið 410 bert við Gjógvará í Fuglafirði frá leygardegnum kl. 07:00 til sunnudagin kl. 18:00.

  • 8. September: Farmatúrur til Skúvoyar

    Seinast dagført: 28. august kl. 13:20

    Um viðrar, verður skipað fyri farmatúri til Skúvoyar týsdagin 8. september, tey ið ynskja at flyta farm, skulu seta seg í samband við farmastøðina í Tórshavn í seinasta lagi mánadagin 7 September.

    Galdandi fyri:
  • 16. og 23. september: Avlýsingar á leið 7 - Vegna dagføring av MES-støðum umborð á Smyrli

    Seinast dagført: 27. august kl. 11:05

    Vegna dagføring av MES-støðunum umborð á Smyrli, verða hesar fráferðirnar ikki sigldar: 16. september: av Havnini kl. 08:45 og av Krambatanga kl. 11.30 23. september: av Havnini kl. 08:45 og av Krambatanga kl. 11.30 Nærri kunning sæst undir "kunning" her á síðuni.