Switch to english
  • 27. og 28. oktober: Avlýsingar á leið 61

    Seinast dagført: 27. oktober kl. 10:18

    Fyri veður eru hesar avlýsingar á leið 61 í dag og í morgin: Týsdagin 27. Okotber: Av Gomlurætt kl. 17:05 og 19:05 og úrr Hesti kl. 17:20 og 19:20 // Mikudagin 28. oktober: Av Gomlurætt kl. 06:55 og kl. 09:05 og úr Hesti 07:10 og 09:20

  • 27. oktober: Avlýsing á leið 600 og 601

    Seinast dagført: 27. oktober kl. 14:00

    Fyri veður veður eru verða hesir túrarnir á leið 600 og 601 ikki koyrdir í dag: Leið 600: Kl. 17.25 og kl. 18:50 úr Skopun og kl. 17:45 og 19:15 frá Inni í Dal. Leið 601: Kl. 16:55 úr Dali og Kl. 17:45 og 19:20 av Sandi

  • 27. oktober: Avlýsing á leið 700 og 701

    Seinast dagført: 27. oktober kl. 16:14

    Fyri veður koyra leið 700 (Sumba-Tvøroyri) og 701 (Fámjin - Tvøroyri – Sandvík) ikki meira í dag, týsdagin 27. oktober.

  • 27. oktober: Avlýsingar á leið 650

    Seinast dagført: 27. oktober kl. 17:23

    Leið 650 koyrir síðsta túrin í dag úr Havn kl. 17.05. Síðani verður ikki koyrt meira í dag.

  • 27. oktober: Avlýsing á leið 90

    Seinast dagført: 27. oktober kl. 16:58

    Fyri veður eru túrarnir hjá Teistanum úr Havnini kl. 18:00 og 22:00 og úr Nósloy kl. 18:25 og 22:25 avlýstir.

  • 27. oktober: Avlýsingar á leið 100 og 300

    Seinast dagført: 27. oktober kl. 17:53

    Fyri veður eru túrarnir hjá leið 100 úr Vestmanna kl. 18:45 og frá Effo í Kollfjarðadali kl. 19.25 avlýstir í kvøld, Somuleiðis eru túrarnir hjá leið 300 úr Havn kl. 19.00 og av flogvøllinum kl. 20.30 avlýstir. týsdag 27. oktober.

  • 27. oktober: Avlýsingar á leið 7

    Seinast dagført: 26. oktober kl. 08:41

    Fyri veður eru hesir túrar avlýstir á leið 7 týsdagin, 27. oktober: Av Krambatanga kl. 16.00 og av Havnini kl. 19.00

  • 1. november: Broyting í ferðaætlanini á leið 56

    Seinast dagført: 26. oktober kl. 12:00

    Í sambandi við minningarhaldi sunnudagin 1. november er ferðaætlanin á Kalsoyarleiðini broytt. Túrurin úr Klaksvík kl. 14.00 er framskundaður til kl. 13.00, og túrurin av Syðradali kl. 14.20 er framskundaður til kl. 13.20. Eisini er ein eykatúrur lagdur inn úr Klaksvík kl. 15.30 og av Syðradali kl. 15.50. Bygdarleiðir á Kalsoynni koyra í sambandi við túrin av Syðradali kl. 13.20.

  • Leið 100: Broyting í fráferð úr Vestmanna

    Seinast dagført: 23. oktober kl. 13:48

    Frá mánadegnum 2. november verður fráferðin úr Vestmanna kl. 18.45 framskundað til kl. 18.40. Ferðaætlanin verður dagførd samsvarandi, soleiðis at bussurin er í Kvívík kl. 18.55, við Effo í Kollfjarðadali kl. 19.05 og við Kollafjarðartunnilin kl. 19.10. Við Kollafjarðartunnilin skal man skifta til leið 400 fyri at koma til Havnar.

  • Leið 600: Broyting á leið 600, galdandi frá mánadegnum 26. oktober

    Seinast dagført: 22. oktober kl. 11:00

    Frá mánadegnum 26. oktober verður fráferðin hjá leið 650 úr Skopun kl. 07.40 framskundað til kl. 07.35. Hetta hevur við sær, at bussurin er Inni í Dal kl. 07.40 og á Sandi kl. 07.55. Hetta er ein túrur, sum stendur í ferðaætlanini hjá leið 600, men verður koyrdur sum leið 650.

    Galdandi fyri:
  • Leið 650: Broyting í ferðaætlanini, galdandi frá mánadegnum 26. oktober

    Seinast dagført: 22. oktober kl. 11:00

    Allar tíðirnar har bussurin er í Trøðum á veg til Sands frá Farstøðini, verða fluttar 5 minuttir. Hetta merkir til dømis, at tá bussurin í dag stendur at vera í Trøðum kl. 09.35, verður hann í Trøðum kl. 09.40 í staðin.

  • Leið 58: Ritan er í dokk frá 19. oktober til 11. november 2026

    Seinast dagført: 27. oktober kl. 14:04

    Ritan er í dokk frá 19. oktober til umleið 11. november. Ímeðan siglir Jósup á leiðini Hvannasund - Svínoy/Fugloy.