
Leið 7 - Plássbílegging - Ítróttarfeløg
Mannagongdir viðvíkjandi bílegging hjá ítróttarfeløgum til og úr Suðuroynni
Ítróttarfólk, ið skulu ferðast til og úr Suðuroynni, hava møguleika til at bíleggja sær pláss frammanundan umborð á Smyrli, við at fylgja mannagongdini niðanfyri.
Gevið gætur at skrásetingin niðanfyri einans er til íðkarar, venjarar og onnur ábyrgdarfólk, ið lúka treytirnar fyri at ferðast við ÍSF kortum í sambandi við dystir og kappingar undir ÍSF. Onnur ferðandi og akfør skulu bíleggja sær vanligar ferðaseðil her.
- Skema: Útfyll teigarnar, ið eru á hesi leinkju: https://forms.gle/9WGroX83xGC5WToy7
Tað er umráðandi, at allir teigar vera verða svaraðir - Freist: Bíleggingin skal gerast í seinasta lagi 24 tímar áðrenn fráferð.
Um ferðast verður í vikuskiftinum, skal bíleggingin vera send í seinasta lagi fríggjadag kl. 14:00. - Skráseting í skipanini: Eftir hetta verður bíleggingin skrásett í bíleggingarskipanina, og ein teldupostur við QR-kodu verður sendur felagnum, í seinasta lagi fríggjadag kl. 15:00.
Til ber at ferðast sum vanligt við ÍSF kortum við Bygdaleiðum í Suðuroynni í sambandi við ítróttartiltøk og dystir.