Keyps- og bíleggingartreytir - Leið 66
Bílegging
Tú kanst bíleggja fram til fráferð.
Børn undir 7 ár ferðast ókeypis, men pláss má bíleggjast til tey.
Tú rindar við gjaldskorti tá tú bíleggur. Ómaksgjald kann koma afturat prísinum, alt eftir, hvat gjaldskort verður nýtt.
Øll, sum bíleggja sær ferðaseðil frammanundan, hava framíhjárætt at sleppa umborð á skipið, um tey møta til ásettu tíð.
Møtitíð - ferðandi til gongu
Tú skalt møta í seinasta lagi 10 min. fyri fráferð. Ferðandi, ið koma seinni enn hetta, hava ikki framíhjárætt at sleppa við og ferðaseðilin verður ikki endurrindaður, um tú ikki fær pláss umborð.
Bílegging við SSL brúkara:
Um tú javnan ferðast við Strandferðsluni, kanst tú stovna tær ein SSL brúkara í bíleggingarskipanini og bíleggja við honum.
Vegleiðing at stovna SSL brúkara sæst her
Fyri at bíleggja víð tínum SSL brúkara, skalt tú fyrst rita inn, fylla pening á SSL brúkaran, sum tú so brúkar at gjalda við tá tú bíleggur. Tú rindar við gjaldskorti, tá tú fyllir pening á SSL brúkaran. Ómaksgjald kann koma afturat áfyllingini, alt eftir, hvat gjaldskort verður nýtt.
Tú sært eitt yvirlit yvir bílagdir túrar inni á tínum SSL brúkara.
Tað er neyðugt at bíleggja ferðaseðil, hóast tú hevur SSL brúkara.
Gev gætur! SSL brúkarin gevur ongan avsláttur á Skúvoyarleiðini.
Uttan SSL brúkara:
Tú rindar við gjaldskorti, tá tú bíleggur uttan SSL brúkara. Ómaksgjald kann leggjast afturat prísinum, alt eftir hvat gjaldskort verður nýtt.
Kvittan fyri bílegging verður send við telduposti. Hevur tú ikki móttikið kvittan, kanna tá spam-teldupostin og at telduposturin er rættur.
Møtir ferðandi, sum hevur bílagt, ikki upp, verður plássið latið øðrum, og peningur verður tá ikki endurgoldin.
SSL kort
Tað ber ikki til at bíleggja við SSL korti. Tó ber til at rinda við SSL kortum, um tú fer við uppá kjans og rindar ferðaseðilin umborð.
Avlýsing og broyting av ferðaseðli
Tú kanst avlýsa tína ferð ella gera broytingar fram til 2 tíma fyri fráferð. Niðast á bíleggingarkvittanini er ein leinkja, har tað ber til at broyta ella strika ferðaseðilin. Um tú hevur bílagt við SSL brúkara, kanst tú bæði strika bílegging og gera broytingar inni á SSL brúkaranum.
Verður bílegging strikað í seinasta lagi 2 tíma fyri fráferð, fært tú alla upphæddina endurgoldna. Eftir hetta ber ikki til at strika bílegging, og tú hevur ikki rætt til at fáa pening endurgoldnan.
Avlýstur túrur
Um SSL avlýsir ein túr verður bíleggingin strikað, og tú fært peningin afturgoldnan fyri ferðaseðilin. Tú mást tá sjálv/ur bíleggja nýggja ferð.
Allar avlýsingar verða lýstar á ssl.fo. Tað er kundans ábyrgd at kanna heimasíðuna fyri kunning um avlýsingar.
Vit bjóða eisini eina sms-tænastu, sum tú kanst tekna teg til, har avlýsingar og seinkingar verða lýstar. Tú finnur kunning um hesa tænastu undir "Um SSL -> Samband” á okkara heimasíðu. Tað kunnu tó koma trupulleikar við útlendskum telefonnumrum, og tí mæla vit til altíð at brúka heimasíðuna sum høvuðkeldu fyri kunning.
SSL endurgeldur ikki pening fyri útreiðslur ella inntøkumiss, í stavast frá seinkingum ella avlýsingum av túrum hjá SSL.
Annað
Tað er egin ábyrgd at tryggja, at tú hevur bílagt til røttu fráferð.
Restpeningur, ið stendur á tínum SSL brúkara, verður bert afturgoldin til føroyskar bankakontoir.
Frá 1. januar 2025 verða treytirnar broyttar, soleiðis at eitt ómaksgjald á 200 kr. verður kravt fyri at fáa peningin afturgoldnan á tína bankakonto (peningur verður einans afturgoldin á føroyskar bankakontoir).
Um tað eru minni enn 200 kr. á tínum SSL brúkara, ber ikki til at fáa peningin afturgoldnan.
Frávik
Fastbúgvandi í Skúvoy hava framíhjárætt til 5 sitipláss millum Sand og Skúvoy, hvønn túr.