Keyps- og bíleggingartreytir - Leið 7
Bílegging
Tú kanst bíleggja fram til í seinasta lagi 1 tíma fyri fráferð.
Tú rindar við gjaldskorti, tá tú bíleggur. Ómaksgjald kann koma afturat prísinum, alt eftir hvat gjaldskort verður nýtt.
Øll, sum bíleggja sær pláss við akfari, hava framíhjárætt til pláss umborð á skipinum.
Tú skalt skráseta nummarplátuna á akfarinum, tá tú bíleggur til akfar.
Tað ber til bæði at bíleggja einvegis ferðaseðil og at bíleggja aftur og fram.
Møtitíð - Akfar
Akfarið skal vera í bíðirøð í seinasta lagi 25 min. fyri fráferð. Bíleggjast skal bara fyri bil við bilførara. Ferðafólk, ið eru afturat føraranum, skulu ganga umborð og keypa ferðaseðil umborð, men legg til merkis at:
- Børn kunnu vera í bilinum
- Fylgjari við rørðslutarnaðum, ið ikki rindar ferðaseðil, kann vera í bilinum
- Ferðandi, ið eru illa gongd, kunnu vera í bilinum
GG!
Starvsfólk hjá SSL hava fullan rætt at avvísa akfari, sum ikki er í bíðirøðini til ásettu tíð. Peningur fyri bíleggingina verður tá ikki endurgoldin.
Bílegging kann bert nýtast til akfar, ið hevur bílagt, t.v.s. at tað er ikki loyvt at lata ferðaseðilin víðari til annað akfar.
Bílegging við SSL brúkara:
Um tú javnan ferðast við Strandferðsluni, kanst tú stovna tær ein SSL brúkara í bíleggingarskipanini og bíleggja við honum.
Vegleiðing at stovna SSL brúkara sæst her
Fyri at bíleggja víð tínum SSL brúkara, skalt tú fyrst rita inn, fylla pening á SSL brúkaran, sum tú so brúkar at gjalda við tá tú bíleggur. Tú rindar við gjaldskorti, tá tú fyllir pening á SSL brúkaran. Ómaksgjald kann koma afturat áfyllingini, alt eftir, hvat gjaldskort verður nýtt.
SSL brúkarin gevur tær 15% í avsláttri, tá tú bíleggur ferðaseðil við tínum SSL brúkara. Avsláttur er tó bert galdandi fyri akfør, ið eru lægri enn 5,5 m, og ferðafólk.
Tú sært eitt yvirlit yvir bílagdir túrar inni á tínum SSL brúkara.
Uttan SSL brúkara:
Tú rindar við gjaldskorti, tá tú bíleggur uttan SSL brúkara. Ómaksgjald kann leggjast afturat prísinum, alt eftir hvat gjaldskort verður nýtt.
Kvittan fyri bílegging verður send við telduposti. Hevur tú ikki móttikið kvittan, kanna tá spam-teldupostin og at telduposturin er rættur.
SSL kort
Tað ber ikki til at bíleggja við SSL-kortum, men tað ber til at stilla seg í bíðirøð fyri bilar, ið ikki hava bílagt pláss, og síðani keypa ferðaseðil umborð við SSL-korti, men hetta gevur ongan avsláttur. Ferðandi til gongu skulu altíð gjalda umborð.
Avlýsing og broyting av ferðaseðli
Tú kanst avlýsa tína ferð ella gera broytingar fram til 2 tímar fyri fráferð. Niðast á bíleggingarkvittanini er eitt leinki at strika bíleggingina við. Um tú hevur bílagt við SSL brúkara, kanst tú bæði strika bílegging og gera broytingar inni á SSL brúkaranum.
Um tú strikar bíleggingina í seinasta lagi 2 tíma fyri fráferð, fært tú alla upphæddina endurgoldna. Eftir hetta ber ikki til at strika bílegging, og tú hevur ikki rætt til at fáa pening endurgoldnan.
Avlýstur túrur
Um SSL avlýsir ein túr verður bíleggingin strikað, og tú fært peningin afturgoldnan fyri ferðaseðilin. Tú mást tá sjálv/ur bíleggja nýggja ferð.
Allar avlýsingar verða lýstar á ssl.fo. Tað er kundans ábyrgd at kanna heimasíðuna fyri kunning um avlýsingar.
Vit bjóða eisini eina sms-tænastu, sum tú kanst tekna teg til, har avlýsingar og seinkingar verða lýstar. Tú finnur kunning um hesa tænastu undir "Um SSL -> Samband” á okkara heimasíðu. Tað kunnu tó koma trupulleikar við útlendskum telefonnumrum, og tí mæla vit til altíð at brúka heimasíðuna sum høvuðkeldu fyri kunning.
SSL endurgeldur ikki pening fyri útreiðslur ella inntøkumiss, í stavast frá seinkingum ella avlýsingum av túrum hjá SSL.
Annað
Tað er egin ábyrgd at tryggja, at tú hevur bílagt til røttu fráferð.
Tað er egin ábyrgd at upplýsa røttu stødd á akfarinum tá tú bíleggur pláss, fyri at tryggja rættan ferðaseðil. Hevur tú upplýst skeiva stødd á akfarinum verður bíleggingin avvíst, uttan at kostnaðurin verður endurrindaður.
Tað er egin ábyrgd at tryggja, at røtt nummarpláta er skrásett í bíleggingini. Er nummarplátan skeivt skrásett verður tú skrásett/ur sum ikki møtt/ur, og tú mást tá keypa nýggjan ferðaseðil umborð. Tú fært ikki peningin afturgoldnan.
Restpeningur, ið stendur á tínum SSL brúkara, kann bert afturgjaldast til føroyskar bankakontoir.
Frá 1. Januar 2025 verða treytirnar broyttar, soleiðis at eitt ómaksgjald á 200 krónur verður kravt fyri at fáa peningin afturgoldnan á tína bankakonto (peningur verður einans afturgoldin á føroyskar bankakonti).
Um tað standa minni enn 200 krónur á tínum SSL brúkara, ber ikki til at fáa peningin afturgoldnan.
SSL brúkarar, ið ikki hava verið í brúk í 3 ár, verða strikaðir og peningur, ið stendur á brúkarunum, fellur burtur.
Gevið gætur
Um sjúkra-, brand- ella annað akfar í bráfeingis ørindum skal við, verður tað seinasti bilur, sum er komin umborð, sum má lata pláss til bráfeingisakfar.