Ofta settir spurningar - Leið 56
Hvussu bíleggi eg pláss?
Far inn á heimasíðuna ssl.fo og trýst á Bílegging ovast í høgra horni. Útfyll teigarnar og rinda við gjaldskorti, um tú ikki hevur stovnað tær SSL brúkara. Tú fært eina kvittan fyri bíleggingina á teldupost tín.
Vegleiðing til hvussu tú gert eina bílegging sæst her.
Er neyðugt at bíleggja pláss?
Nei, tað ber til at stilla seg í bíðirøð uttan bílegging, og er pláss eftir, tá bíløgdu bilarnir eru komnir umborð, verða bilar úr bíðirøð uttan bílegging tiknir við, til skipið er fult.
Vit viðmæla tær at bíleggja pláss við bíleggingarskipanini. Hesi hava framíhjárætt at sleppa við.
Skal eg gjalda báðar vegir á leið 56
Ja. Tú rindar fyri einvegis ferðaseðil báðar vegir.
Er neyðugt at stovna SSL brúkara?
Vit viðmæla tær at stovna tær ein SSL brúkara, um tú ikki hevur ein frammanundan. Til ber tó til at bíleggja uttan SSL vanga og at rinda við gjaldskorti.
Vegleiðing at stovna tær brúkara sæst her:
Er tað ein fyrimunur at stovna SSL brúkara?
Ja, tá fært tú 15% í avsláttri tá tú bíleggur á Kalsoyarleiðini.
Hvussu veit eg um pláss er á túrinum, eg ætli mær við?
Um tað ber til at velja túrin í bíleggingarskipanini, eru pláss eftir at bíleggja. Teir túrar, har øll pláss eru bíløgd, kunnu ikki veljast.
Ber til at koma á bíðilista?
Nei, tað er ongin bíðilisti, víst verður tá til bíðirøð fyri tey ið ikki hava bílagt ferðaseðil.
Kann eg avlýsa eina bílagda ferð?
Ja, niðast á kvittanini er ein leinkja, har tað ber til at gerða broytingar og at strika bílegging. Um tú strikar bíleggingina í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð fært tú alla upphæddina endurgoldna.
Vegleiðing at strika bílegging sæst her.
Kann eg broyta eina bílagda ferð?
Ja. Niðast í bíleggingarkvittanini er ein leinkja, har tað ber til at gera rættingar í bíleggingini.
Vegleiðing at broyta eina bílegging sæst her.
Fái eg peningin aftur, um eg avlýsi eina ferð?
Um ferðin verður avlýst í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð, fært tú peningin aftur. Eftir hetta ber ikki til at avlýsa og tú fært ikki peningin afturgoldnan.
Fái eg peningin aftur, um eg ikki møti upp?
Nei um tú ikki møtir til ásettu tíðina, fært tú ikki peningin afturgoldnan.
Skal ferðaseðilin vísast, tá farið verður umborð?
Á ferðaseðlinum er ein QR kota, ið skal skannast tá tú kemur í bíðirøðina ella áðrenn tú gongur umborð. Tú fært eina QR kotu fyri bíleggingina, ið er galdandi fyri øll, ið bílagt er fyri.
Kvittanin fyri bíleggingina er ikki komin, hvat geri eg?
Kanna um røtt teldupostadressa er skrásett í bíleggingini, ella um kvittanin kann vera farin í postkassa til óynsktan post (spam).
Eg havi ikki bílagt pláss, kann eg møta kortini?
Av tí at plássið umborð er avmarkað, viðmæla vit at bíleggja ferðaseðil frammanundan. Hesi hava framíhjárætt og sleppa onnur bert við, um pláss er tøkt umborð við fráferð. Tað ber tó til at stilla seg í bíðirøð fyri akfør/persónar, ið ikki hava bílagt.
Hvussu veit eg, at bílegging mín er skrásett?
Tú fært kvittan í teldubrævi, sum váttar bíleggingina.
Hvussu veit eg, um mín bílegging er strikað?
Tú fært teldubræv við boðum um, at bíleggingin er strikað.
Kann eg gjalda við SSL korti?
Í løtuni ber ikki til at gjalda við SSL korti í bíleggingarskipanini. Tað ber tó til at møta upp uttan bílegging, men mint verður á, at ferðafólk og akfør, ið hava bílagt ferðaseðil frammanundan, hava framíhjárætt at sleppa umborð.
Hvussu geri eg, um eg ferðist við korti frá Studna ella ÍSF?
Í løtuni ber ikki til at bíleggja pláss við hesum kortum. Gevur títt Studni - kort tær rætt til at ferðast millum Kallsoy - Klaksvík, kanst tú nýta kortið, tá ið farið verður umborð.
Bólkar, ið nýta ÍSF kort, skulu fylgjast umborð. Eitt umboð í bólkinum avgreiðir ferðaseðlar til allan bólkin á veg umborð.