Ofta settir spurningar - Leið 66

Hvussu bíleggi eg pláss?

Far inn á heimasíðuna ssl.fo og trýst á Bílegging ovast í høgra horni. Útfyll teigarnar og rinda við gjaldskorti, um tú ikki hevur stovnað tær SSL brúkara. Tú fært eina kvittan fyri bíleggingina á teldupost tín.

Vegleiðing til hvussu tú gert eina bílegging sæst her.

 

Er neyðugt at bíleggja pláss?

Nei, tað ber til at stilla seg í bíðirøð uttan bílegging, og er pláss eftir, tá ferðandi eru komin umborð, verða ferðandi uttan bílegging tikin við, til skipið er fult.

Tó viðmæla vit tær at bíleggja pláss við bíleggingarskipanini, tá hesi hava framíhjárætt at sleppa við.

 

Skal eg gjalda báðar vegir á leið 66?

Ja. Tú rindar fyri einvegis ferðaseðil báðar vegir.

 

Er neyðugt at stovna SSL brúkara?

Nei, tað ber væl til at bíleggja uttan SSL brúkara og at rinda við gjaldskorti. Tó kann tað loysa seg at hava brúkara, um tú javnan ferðast við sjóðleiðunum hjá Strandferðsluni, av tí at tú fært nýtt sama SSL brúkara til allar farleiðirnar í bíleggingarskipanini hjá Strandferðsluni.

Vegleiðing at stovna tær brúkara sæst her:

 

Hvussu veit eg um pláss er á túrinum, eg ætli mær við?

Um tað ber til at velja túrin í bíleggingarskipanini, eru pláss eftir at bíleggja. Teir túrar, har øll pláss eru bíløgd, kunnu ikki veljast.

 

Ber til at koma á bíðilista?

Nei, tað er ongin bíðilisti, víst verður tá til bíðirøð fyri tey, ið ikki hava bílagt ferðaseðil.

 

Kann eg avlýsa eina bílagda ferð?

Ja, niðast á kvittanini er ein leinkja, har til ber at gera rættingar og at strika bíløgu ferðina. Tú mást strika bílegging í seinasta lagi 2 tímar undan fráferð, fyri at fáa ferðina endurgoldna.

Vegleiðing at strika bílegging sæst her.

 

Kann eg broyta eina bílagda ferð?

Ja. Niðast á kvittanini er ein leinkja, har tað ber til at gera broytingar í fráferðini.

Vegleiðing at broyta eina bílegging sæst her.

 

Fái eg peningin aftur, um eg avlýsi eina ferð?

Um ferðin verður avlýst í seinasta lagi 2 tímar undan fráferð, fært tú peningin aftur. Eftir hetta ber ikki til at avlýsa og peningur verður tá ikki afturgoldin.

 

Fái eg peningin aftur, um eg ikki møti?

Nei. Um tú ikki møtir til ásettu tíðina, fært tú ikki peningin aftur.

 

Skal ferðaseðilin vísast, tá farið verður umborð?

Á ferðaseðlinum er ein QR kota, ið skal skannast áðrenn tú fert umborð. QR kodan er galdandi fyri øll, ið bílagt er fyri.

 

Kvittanin fyri bíleggingina er ikki komin, hvat geri eg?

Kanna um røtt teldupostadressa er skrásett í bíleggingini, ella um kvittanin kann vera farin í postkassa til óynsktan post (spam).

 

Eg havi ikki bílagt pláss, kann eg møta kortini?

Ja, tú kanst stilla teg í røðina fyri tey, ið ikki hava bílagt. Tó er avmarkað av plássi umborð, og tí viðmæla vit tær at bíleggja ferðaseðil frammanundan. Hesi hava framíhjárætt og sleppa onnur bert við, um pláss er tøkt umborð við fráferð.

 

Hvussu veit eg, at bílegging mín er skrásett?

Tú fært kvittan í teldubrævi, sum váttar bíleggingina.

 

Hvussu veit eg, um mín bílegging er strikað?

Tú fært teldubræv við boðum um, at bíleggingin er strikað.

 

Kann eg gjalda við SSL korti í bíleggingarskipanini?

Nei, tað ber ikki til at bíleggja pláss við SSL korti. Tó ber til at gjalda við SSL kortið, um ferðaseðil verður keyptur umborð.

 

Hvussu geri eg, um eg ferðist við korti frá Studna ella ÍSF?

Tað ber ikki til at bíleggja við SSL kortum. Gevur títt Studni-kort tær rætt til at ferðast millum Sand - Skúvoy, kanst tú nýta kortið, tá ið farið verður umborð.