Ofta settir spurningar - Leið 7
Hvussu bíleggi eg pláss?
Far inn á ssl.fo og trýst á 'Bílegg Pláss' ovast í høgra horni. Útfyll teigarnar og rinda við gjaldskorti, um tú ikki hevur stovnað tær SSL brúkara. Hevur tú SSL brúkara, skalt tú minnast til at rita inn við tínum brúkara áðrenn tú bíleggur.
Tú fært síðani eina kvittan fyri bíleggingina á tín teldupost. Tú bíleggur einans pláss fyri akfar við førara. Hini ferðandi í bilinum skulu framvegis keypa ferðaseðil í kioskini umborð á Smyrli, á farleiðini millum Tvøroyri og Tórshavn, eins og áður.
Vegleiðing til hvussu tú gert eina bílegging sæst her.
Er neyðugt at bíleggja pláss?
Nei, tað ber til at stilla seg í bíðirøð fyri akfør uttan bílegging. Er pláss eftir, tá akfør við bílegging eru komnir umborð, verða bilar úr bíðirøð uttan bílegging tiknir við, til skipið er fult.
Vit viðmæla tær tó at bíleggja bilpláss í bíleggingarskipanini, tá hesir bilar hava framíhjárætt at sleppa við. Tú sparir eisini pening við at bíleggja tær pláss frammanundan. Ferðaseðlakostnaðurin er nú hesin:
- Bílegging við brúkara: 96 kr. hvønn vegin
- Bílegging uttan brúkara: 112,50 kr. hvønn vegin.
- Ferðaseðil keyptur umborð: 129 kr. hvønn vegin.
Nær skal eg møta í bíðirøðini, um eg havi bílagt pláss?
Bilar, ið hava bílagt, skulu vera í bíðirøðini í seinasta lagi 25. min fyri fráferð. Um tú ikki møtir til tíðina, kanst tú missa tína bílegging til annað akfar, ið ikki hevur bílagt frammanundan. Tú hevur tá ikki rætt til at fáa peningin aftur fyri tína bílegging.
Er tað neyðugt at bíleggja pláss, um eg ikki ferðist við bili?
Nei. Tú skalt einans bíleggja og gjalda báðar vegir fyri bilin. Øll onnur ferðandi til gongu skulu einans keypa ferðaseðil á farleiðini millum Tvøroyri og Tórshavn, í kioskini á dekki 5, eins og áður.
Skal eg gjalda báðar vegir á leið 7?
Tú skalt gjalda ferðaseðil til akfar báðar vegir. Ferðandi til gongu skulu framvegis einans keypa ferðaseðil á farleiðini millum Tvøroyri og Tórshavn, eins og nú.
Er neyðugt at stovna SSL brúkara?
Vit viðmæla tær at stovna tær ein SSL brúkara, um tú ikki hevur ein frammanundan. Tað ber eisini til at bíleggja uttan SSL brúkara og at rinda við gjaldskorti.
Vegleiðing at stovna tær brúkara sæst her:
Er tað ein fyrimunur at stovna SSL brúkara?
Ja, tá fært tú 15% í avsláttri, tá tú bíleggur pláss til akfar á Suðuroyarleiðini.
Hvussu veit eg um pláss er á túrinum, eg ætli mær við?
Um tað ber til at velja túrin í bíleggingarskipanini, eru pláss eftir at bíleggja. Teir túrar, har øll pláss eru bíløgd, kunnu ikki veljast.
Ber til at koma á bíðilista?
Nei, tað er ongin bíðilisti, víst verður tá til bíðirøð fyri akfør, ið ikki hava bílagt ferðaseðil.
Kann eg avlýsa eina bílagda ferð?
Ja, niðast á kvittanini er ein leinkja, har tað ber til at gerða broytingar og at strika bílegging. Um tú strikar bíleggingina í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð, fært tú alla upphæddina endurgoldna.
Vegleiðing at strika bílegging sæst her.
Kann eg broyta eina bílagda ferð?
Ja. Niðast í bíleggingarkvittanini er ein leinkja, har tað ber til at gera rættingar í bíleggingini. Í hesi funkuni ber bæði til at broyta fráferð, nummarplátu á akfari og at avlýsa bílagda ferð.
Vegleiðing at broyta eina bílegging sæst her.
Fái eg peningin aftur, um eg avlýsi eina ferð?
Um ferðin verður avlýst í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð, fært tú peningin aftur. Eftir hetta ber ikki til at avlýsa og tú fært tá ikki peningin afturgoldnan.
Fái eg peningin aftur, um eg ikki møti upp?
Nei. Um tú ikki møtir upp til fráferðina, tú hevur bílagt til, fært tú ikki peningin afturgoldnan.
Skal ferðaseðilin vísast, tá farið verður umborð?
Vit viðmæla at tú hevur ferðaseðilin tøkan, hóast nummarplátan á bilinum verður skannað, tá tú koyrir umborð. Starvsfólk hjá SSL kann biða um at síggja ferðaseðilin.
GG! Tað er sera týdningarmikið at røt nummarpláta er upplýst í bíleggingini. Er nummarplátan ikki røtt verður tú skrásett/ur til ikki at verða møtt/ur upp til túrin, og tú mást tá keypa ferðaseðil umborð, eins og aðrir bilar, ið ikki hava bílagt ferðaseðil áðrenn fráferð.
Kvittanin fyri bíleggingina er ikki komin, hvat geri eg?
Kanna um røtt teldupostadressa er skrásett í bíleggingini, ella um kvittanin kann vera farin í postkassa til óynsktan post (spam). Um tú hevur bílagt við tínum SSL brúkara finnur tí tínar bíleggingar á tínum brúkara.
Eg havi ikki bílagt pláss, kann eg møta kortini?
Ja, tú kanst stilla teg í bíðirøð fyri akfør, ið ikki hava bílagt pláss. Akfør, ið hava bílagt pláss, hava framíhjárætt og sleppa onnur bert við, um pláss er tøkt umborð við fráferð. Ferðaseðilin er eisini dýrari, um tú keypir hann umborð, heldur enn at bíleggja hann áðrenn fráferð.
Hvussu veit eg, at mín bílegging er skrásett?
Tú fært kvittan í teldubrævi, sum váttar bíleggingina. Hevur tú bílagt við tínum brúkara, sært tú eitt yvirlit yvir bílagdir túrar á tínum brúkara.
Hvussu veit eg, um mín bílegging er strikað?
Tú fært teldubræv við boðum um, at bíleggingin er strikað.
Kann eg gjalda við virðiskorti og øðrum SSL kortum?
Í løtuni ber ikki til at gjalda við SSL korti í bíleggingarskipanini. Tó ber framvegis til at keypa ferðaseðil til ferðandi til gongu við SSL korti í kioskini umborð á Smyrli. Tú kanst eisini rinda ferðaseðil til akfar við SSL korti, men tú fært ongan avsláttur, um goldið verður við SSL korti. Einans ferðandi til gongu fáa 15% í avsláttur av ferðaseðlaprísinum, um goldið verður við virðiskorti. Tú fært einans avsláttur til akfar, tá tú bíleggur pláss við SSL brúkara í bíleggingarskipanini.
Eg havi el-bil. Havi eg ein verri møguleika at fáa pláss til bilin í bíleggingarskipanini?
Hóast ábendingar hava verið úti um at Smyril fer at taka eitt avmarkað tal av el-bilum við til hvønn túrin, er hetta ikki nakað, ið er komið í gildi. Enn er tað óvisst nær, ella um hetta fer at koma í gildi. Tað ber tí framvegis til at bíleggja pláss til el-bil uttan trupulleika. Fyri trygdina umborð vilja vit tó gjarna vita hvussu nógvir el-bilar eru við til hvønn túrin. Tú verður tí biðin um at seta flugubein við el-bil, um tú ferðast við el-bili, tá tú bíleggur pláss til tín bil.
Eg ætli at bíleggja pláss til leigubil, men eg kenni ikki nummarplátuna enn. Kann eg bíleggja pláss kortini?
Ja, tað ber væl til at bíleggja pláss til leigubil. Tú kanst upplýsa eina fyribils nummarplátu tá tú bíleggur. Tá ið tú kennir røttu nummarplátuna á bilinum tú skalt bíleggja til, kanst tú fara inni og gera rættingar í bíleggingini. Tú kanst gera rættingar í bíleggingini fram til 1 tíma undan fráferð.
GG! Tað er sera týdningarmikið at røt nummarpláta er upplýst í bíleggingini, tí nummarplátan verður skannað, tá bilurin koyrir umborð. Er nummarplátan ikki røtt verður tú skrásett/ur til ikki at verða møtt/ur upp til túrin, og tú mást tá keypa ferðaseðil umborð, eins og aðrir bilar, ið ikki hava bílagt ferðaseðil áðrenn fráferð.
Vegleiðing at broyta nummarplátuna sæst her.
Eg havi goldið 225 kr. fyri returferðaseðil, áðrenn bíleggingarskipanin kom í gildi á Suðuroyarleiðini 8. juli, og skuldi síðani gjalda einvegis ferðaseðil á veg suður aftur. Kann eg fáa peningin afturgoldnan fyri annan einvegis ferðaseðilin?
Nei, tú fært ikki ferðaseðilin endurgoldnan. Tá ið bíleggingarskipanin og nýggir prísir komu í gildi á Suðuroyarleiðini mánadagin 8. juli 2024, varð ferðaseðlaskipanin hjá SSL eisini broytt til, at bilar nú skulu gjalda einvegis ferðaseðil á hvørjum túri á leið 7. Tí er gamla prísskipanin ikki galdandi longur, og ferðaseðlar, ið vórðu keyptir og brúktir áðrenn 8. juli 2024, verða ikki endurgoldnir.
Hvussu geri eg, um eg ferðist við korti frá Studna ella ÍSF?
Í løtuni ber ikki til at bíleggja pláss við hesum kortum. Gevur títt Studni - kort tær rætt til at ferðast millum Suðuroy og Tórshavn, kanst tú nýta kortið, tá ið farið verður umborð.
Bólkar, ið nýta ÍSF kort, skulu fylgjast umborð. Eitt umboð í bólkinum avgreiðir ferðaseðlar til allan bólkin umborð.