
Bólkatúrar
Bólkatúrar á Bygdaleiðum
Bólkar eru vælkomnir at nýta Bygdaleiðir til útferðir.
Eru tit fleiri enn átta persónar, eru tit vælkomin at boða okkum frá við at senda ein teldupost til bilegging@ssl.fo, við kunning um hvønn túr og hvørja leið tit ynskja at nýta og hvussu nógv tit eru, soleiðis at vit fáa boða bussføraranum frá hesum. Tó er tað við hesum fyrivarni:
- Tað ber ikki til at bíleggja pláss á okkara bussum - tey fyrstu, ið møta, fáa pláss.
- Ein fráboðan til SSL er ongin trygd fyri, at tit fáa pláss í bussinum.
- Vit heita á størri bólkar, um IKKI at nýta pendlaratúrar (túrar, ið liggja um kl. 08:00 og kl. 16:00)
Ynskja tit leigutúr við bussi, vilja vit heita á tykkum um at seta tykkum í samband við okkara bussveitarar her:
Bólkabílegging á Oyggjaleiðum
Bólkar við Oyggjaleiðum skulu nú bíleggja fær pláss í okkara bíleggingarskipan
Til ber eisini at leiga skip til sertúrar, sí meira kunning her.
