Treytir fyri bólkabílegging
Gjalding
Á Oyggjaleiðum skulu allar bólkabíleggingar gerast umvegis okkara bíleggingarskipan, á www.booking.ssl.fo. Hesar treytir eru tí einans galdandi fyri bílegging á Bygdaleiðum.
Rindast skal, tá ferðast verður.
Virki og stovnar kunnu útvega sær eitt Vinnukort til endamálið, sum er galdandi á øllum Bygda- og Oyggjaleiðum*.
Við Vinnukortinum verður ferðast upp á kreditt, og rokning fyri nýtsluna á hvørjum korti sær verður send virkinum ella stovninum síðst í mánaðinum. Treytin fyri at fáa Vinnukort er, at virki ella stovnurin hevur eina konto hjá Strandferðsluni.
*Undantikið á Mykinesleiðini.
Váttan
Bílegging skal vera váttað av SSL við telduposti fyri at hava gildi í bussinum/skipinum.
Kapasitetstrupulleikar
Er kapasitetstrupulleiki á ynskta túri, kann SSL finna annan túr til bólkin, ella avvísa møguleikan fyri, at bólkurin sleppur við ynskta túr.
SSL hevur ikki skyldu til at økja um kapasitetin til bólkar, men skulu hesir gjalda fyri serflutning, um tey ikki vilja laga seg til tann avsetta kapasitetin..
Eyka manning
Mest loyvda ferðafólkatal í smb. við bólkatúrar er lýst niðanfyri í talvuni. Hetta merkir t.d. at fyri ávís skip, har eyka manning má setast inn fyri at føra størri bólkar enn tað loyvda, verður álagt eitt eykagjald á 3.100 kr. Til ber eisini at leiga skip, sí meira kunning her.
Skip | Alt árið | Vetur | Summar | Eyka manning |
Smyril | 340 |
|
|
|
Teistin |
| 50 |
|
|
Ternan |
| 35 | 50 | 100 |
Sam | 25 |
|
|
|
Ritan |
| 30 | 30 | 75 |
Sildberin |
| 10 | 20 |
|
Jósup |
| 20 | 40 |
|
Erla Kongsdóttir |
|
|
|