Keyps- og bíleggingartreytir
Ert tú fastbúgvandi í Føroyum, mæla vit tær til at stovna tær SSL brúkara og at bíleggja umvegis brúkaran. Um tú vilt tryggja tær fastbúgvandi prís, mást tú fyrst vátta tín bústað við tínum p-tali á tínum brúkara, áðrenn tú bíleggur.
Tørvar tær hjálp við at stovna brúkara og at vátta p-tal, kanst tú síggja okkara brúkaravegleiðingar her:
Gevið gætur:
- Egin ábyrgd: Tað er tín egna ábyrgd at tryggja, at bústaðurin er váttaður í SSL brúkarinum áðrenn bílegging, fyri at tryggja besta prís og sømdir.
- Einki afturvirkandi endurgjald: Strandfaraskip Landsins (SSL) endurrindar ikki prísmunin fyri ov nógv goldnan ferðaseðil afturvirkandi, tá ferðaseðil er nýttur til ferðing.
- Reglur fyri nýtslu og avleiðingar av misnýtslu:
- Bert fyri persónar, ikki fyritøkur: Skipanin við p-tals váttan er ein tænasta, ið er ætlað persónligum brúkarum. Tað er tí ikki loyvt hjá fyritøkum, stovnum ella øðrum vinnuligum eindum at nýta hesa skipan.
- Persónlig nýtsla: SSL brúkarin er persónligur. Tað er ikki loyvt at nýta hann til at bíleggja ferðaseðlar fyri fastbúgvandi prís til onnur ferðandi, ið ikki lúka treytirnar um fastan bústað í Føroyum.
- Endurgjaldskrav: Verður misnýtsla staðfest, kann SSL krevja endurgjald fyri prísmunin millum goldna fastbúgvandi prísin og galdandi standardprís. Í grovum førum kann kundin eisini missa rættin at nýta skipanina.
Ferðafólk, ið ikki hava fastan bústað í Føroyum, noyðast ikki at stovna sær SSL brúkara.
Tú kanst bíleggja ferðaseðil fram til:
- Leið 7: 1 tíma fyri fráferð
- Leið 61: 1,5 tíma undan fráferð
- Leið 56, 58, 66 og 90: 30 min. fyri fráferð
- Leið 36: Beint undan fráferð
Eftir hetta ber einans til at keypa bíðistøðu ferðaseðil til bilferjurnar, men legg til merkis, at tá er pláss ikki tryggjað umborð.
Øll, sum hava bílagt sær pláss sambært ásettu tíðarfreistunum, hava framíhjárætt at sleppa við, um møtt verður til tíðina.
Gjalding
Tú rindar fyri ferðaseðil við gjaldskorti. Avgreiðslugjald til kortveitara kann koma afturat prísinum, alt eftir, hvat slag av gjaldskorti verður nýtt.
Hevur tú SSL brúkara, hevur tú møguleikan at seta pening inn á tín brúkara, sum tú síðani rindar við.
Tað ber eisini til at goyma títt gjaldskort á tínum brúkara, sum kann lætta um gjalding.
Møtitíð - Akfar
Akfør skulu vera í bíðirøð í seinasta lagi 15 min. fyri fráferð.
Tað er egin ábyrgd at tryggja, at nummarpláta og støddin á akfarinum eru rætt skrásett í ferðaseðlinum.
Ferðaseðil til førara er altíð íroknaður í akfarsprísinum - tú skalt tí einans bíleggja ferðaseðil til tey, ið eru afturat førarinum.
Gevið gætur:
- Um akfarið ikki er í bíðirøðini til tíðina, ella um feilur er í bíleggingini, hava starvsfólk hjá SSL fullan rætt at avvísa akfari, og ferðaseðilin verður tá ikki endurgoldin.
- Bílegging til akfar v. førara kann einans nýtast til bílagda akfarið, tvs. at tað er ikki loyvt at lata ferðaseðilin til annað akfar.
Møtitíð – ferðandi til gongu
Ferðandi til gongu skulu møta í seinasta lagi 10 min. fyri fráferð, og skulu vísa galdandi ferðaseðil, tá farið verður umborð.
Broyting og strikan av ferðaseðli
Tú kanst gera broytingar og strika bílagda ferð fram til:
- Leið 7, 56, 58, 61, 66 og 90: 2 tímar undan fráferð
- Leið 36: 24 tímar undan fráferð
Broytingar kunnu gerast á tínum SSL brúkara, ella á leinkjuni ’broyt bílegging’, ið er niðast í bíleggingarkvittanini.
Ferðaseðlar, ið verða strikaðir innan ásettu tíðarfreistina, verða fult endurgoldnir, antin á SSL brúkaran ella á títt gjaldskort.
Hevur tú goldið við gjaldskortið, er peningurin aftur á konto innan fáir yrkadagar. Hevur tú enn onki fingið endurgoldið, mást tú seta teg í samband við tín peningastovn.
Er ferðaseðilin ikki strikaður innan ásettu tíðarfreistina, og tú ikki møtir til bíløgdu fráferð, verður ferðaseðilin ikki endurgoldin.
Avlýsing hjá SSL
Um tú hevur bílagt til fráferð, ið er avlýst av SSL, verður ferðaseðilin strikaður og endurgoldin á títt gjaldskort ella tín SSL brúkara. Tú mást tá sjálv/ur bíleggja til nýggja fráferð.
Tað er egin ábyrgd at fylgja við avlýsingum hjá SSL. Avlýsingar verða altíð almannakunngjørdar á okkara heimasíðu ssl.fo, og umvegis SMS-skipanina, ið tú kanst melda teg til.
SSL endurrindar ikki pening fyri útreiðslur ella inntøkumiss, ið stavast frá seinkingum ella avlýsing av túrum hjá SSL.
Annað
- Tað er egin ábyrgd at tryggja, at tú hevur bílagt til røtta fráferðina.
- Tað er egin ábyrgd at tryggja, at allar upplýsingar eru rættar í bíleggingini.
- Tað er egin ábyrgd at gera broytingar og strika bílegging innan røttu tíðarfreist, fyri at fáa endurgjald fyri ferðaseðil.
Um sjúkra-, brand- ella annað akfar í bráfeingis ørindum skal við, verður tað seinasti bilur, sum er komin umborð, ið má víkja fyri hesum.