Switch to english

Ofta settir spurningar

Far inn á ssl.fo og trýst á 'Bílegg Pláss' ovast í høgra horni. Útfyll teigarnar og rinda við gjaldskorti, um tú ikki hevur stovnað tær SSL brúkara. Hevur tú SSL brúkara, skalt tú minnast til at rita inn við tínum brúkara áðrenn tú bíleggur.

Tú fært síðani eina kvittan fyri bíleggingina á tín teldupost. 

Vegleiðing til hvussu tú gert eina bílegging sæst í okkara brúkaravegleiðing her.

Vit mæla øllum okkara ferðandi til at bíleggja pláss í bíleggingarskipanini, tá hesir bilar og ferðafólk hava framíhjárætt at sleppa við, umframt at tú fært ein betri prís.

Nýggju prísirnir kunnu síggjast her:

Tað ber tó til at møta upp og stilla seg í bíðirøð, men tá hevur tú ikki tryggjað tær pláss umborð, umframt at tú rindar ein hægri ferðaseðlaprís, við at keypa ferðaseðil við fráferð.

Nei. Ferðaseðil til akfar er altíð íroknað førarin. Tú skalt tí einans bíleggja fyri tey, ið eru afturat tær í akfarinum. Ferðast tú sjálv/ur, skalt tú einans bíleggja til akfar, og ikki leggja nakað ferðafólk afturat.

Vit mæla øllum okkara brúkarum til at stovna sær ein brúkara í okkara bíleggingarskipan, og at vátta sín bústað, fyri at tryggja sær herbúgvandi prís.

Sí okkara brúkaravegleiðingar her:

Ja. Um tú hevur brúkara og váttar tín bústað við tínum p-tali, rindar tú fyri fastbúgvandi prís. Eisini hevur tú møguleikan at keypa tær árskort til persón/akfar á ávísari farleið, ið síðani gevur ein størri avsláttur, jú meiri tú ferðast.

Nei, tað er ongin fyrimunur at hava SSL brúkara, um tú ikki ert fastbúgvandi, og um tú sera sjáldan ferðast við Oyggjaleiðum. Tá bíleggur tú bara beinleiðis í skipanini, uttan at rita inn áðrenn.

Akfør, ið hava bílagt, skulu vera í bíðirøðini í seinasta lagi 15 min. fyri fráferð. Um tú ikki møtir til tíðina, kanst tú missa tína bílegging til annað akfar, ið ikki hevur bílagt frammanundan. Tú hevur tá ikki rætt til at fáa peningin aftur fyri tína bílegging.

Ferðandi til gongu skulu møta í seinasta lagi 10 min. undan fráferð.

Vit mæla øllum okkara ferðandi til at keypa ferðaseðil í okkara bíleggingarskipan, áðrenn fráferð. Hetta tryggjar tær bæði pláss og ein betri ferðaseðlaprís. Um tú keypir á staðnum við fráferð, rindar tú ein hægri prís. Á summum farleiðum er sera avmarkað pláss, og tá er neyðugt at bíleggja áðrenn, um tú vilt tryggja tær pláss.

Um tað ber til at velja túrin í bíleggingarskipanini, eru pláss eftir at bíleggja. Teir túrar, har øll pláss eru bíløgd, kunnu ikki veljast. Talið, ið stendur í klombrum, er talið á tøkum ferðaseðlum til ávísu fráferðina.

Nei, tað er ongin bíðilisti, víst verður tá til bíðirøð fyri akfør, ið ikki hava bílagt ferðaseðil.

Ja, niðast á kvittanini er ein leinkja, har tað ber til at gerða broytingar og at strika bílegging.

Broytingar- og avlýsingarfreistirnar eru hesar:

  • Leið 7, 56, 58, 61, 66 og 90: 2 tímar undan fráferð
  • Leið 36: 24 tímar undan fráferð.

Sí okkara brúkaravegleiðingar til hvussu tú broytir/strikar bílegging her.

Ja. Niðast í bíleggingarkvittanini er ein leinkja, har tað ber til at gera rættingar í bíleggingini. Í hesi funkuni ber bæði til at broyta fráferð, nummarplátu á akfari og at avlýsa bílagda ferð.

Sí okkara brúkaravegleiðingar her. 

Um ferðin verður avlýst í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð (24 tímar undan fráferð á leið 36/Mykinesleiðini), fært tú peningin aftur. Eftir hetta ber ikki til at avlýsa og tú fært tá ikki peningin afturgoldnan.

Nei. Um tú ikki møtir upp til fráferðina, tú hevur bílagt til, fært tú ikki peningin afturgoldnan.

Um tú ivast í um tú náar eina fráferð, kann bíðistøðu ferðaseðil verða ein góð loysn til tín. Bíðistøðu ferðaseðilin verður einans trektur av tínum brúkara/gjaldskorti, um tú møtir til túrin. Møtir tú ikki til túrin, verður tú ikki trekt/ur fyri ferðaseðilin. Ferðaseðil í bíðistøðu kostar tað sama sum ferðaseðil, ið er bílagdur frammanundan, men tú hevur tá ikki tryggjað tær pláss umborð. Tú kans einans keypa einvegis ferðaseðil í bíðistøðu, og einans upp til 48 tímar undan ætlaðu fráferð. Bíðistøðu ferðasðeil kann keypast fram til fráferð.

Um tú ikki hevur bílagt tær ferðaseðil í nóg góðari tíð, kanst tú framvegis bíleggja tær ferðaseðil í bíðistøðu, og síðani stilla teg í kø á ferjuleguni. Bíðistøðu ferðaseðil kann bíleggjast fram til fráferð. Kostnaðurin fyri ferðaseðil í bíðistøðu er tann sami, sum vanligur netprísur. Gev tó gætur, at tú tá verður koyrd/ur í somu kø sum bilar, ið ikki hava bílagt frammanundan, og hevur ikki tryggjað tær pláss umborð. Sleppur tú ikki við, verður tú ikki trekt/ur fyri túrin.

Ferðandi til gongu skulu vísa ferðaseðil, tá farið verður umborð. 

  • Ferðandi við akfarið: Nummarplátan á akfarinum verður skannað, tá koyrt verður umborð, men vit mæla til at tú hevur ferðaseðilin tøkan. Starvsfólk hjá SSL kann biða um at síggja ferðaseðilin.
  • Ferðandi til gongu: Ferðandi til gongu skulu vísa ferðaseðil (QR kodu), tá farið verður umborð.

GG! Tað er sera týdningarmikið at røtt nummarpláta er skrásett í bíleggingini. Er nummarplátan ikki røtt verður tú skrásett/ur til ikki at verða møtt/ur upp til túrin, og tú mást tá keypa ferðaseðil á staðnum, eins og aðrir bilar, ið ikki hava bílagt ferðaseðil áðrenn fráferð.

Kanna um røtt teldupostadressa er skrásett í bíleggingini, ella um kvittanin kann vera farin í postkassa til óynsktan post (spam). Um tú hevur bílagt við tínum SSL brúkara, finnur tú tínar bíleggingar á tínum brúkara.

Tað ber til at møta upp og at keypa ferðaseðil við fráferð, men legg til merkis at:

  • Akfør, ið hava bílagt pláss, hava framíhjárætt og sleppa onnur bert við, um pláss er tøkt umborð við fráferð.
  • Ferðandi til gongu, ið hava bílagt frammanundan, hava framíhjárætt at sleppa við.
  • Ferðaseðilin er væl dýrari, um tú keypir hann við fráferð, heldur enn at bíleggja hann frammanundan.

Tú fært kvittan í teldubrævi, sum váttar bíleggingina. Hevur tú bílagt við tínum brúkara, sært tú eitt yvirlit yvir bílagdir túrar á tínum brúkara. Um tú onga kvittan hevur móttikið, er bíleggingin ikki rætt skrásett.

Um tú onga bíleggingarkvittan hevur fingið á teldupost, og ongin bílegging er at síggja í bíleggingaryvirlit á tínum brúkara, er bíleggingin ikki farin ígjøgnum.

Tú noyðist at hava galdandi bíleggingarváttan/QR kodu tøka við fráferð. Tað er ikki nokk prógv, at gjald fyri ferðaseðil er farið av tínum gjaldskorti/brúkara.

Er peningur trektur av tínum gjaldskorti ella brúkara, hóast tú ongan ferðaseðil hevur fingið, mást tú seta teg í samband við okkara Bookingsupport, á tlf. 343000, ella teldupost bookingsupport@ssl.fo, og upplýsa hvørja leið og fráferðartíð, tú hevur roynt at bílagt til, og hvørjum telduposti/brúkara, tú hevur roynt at bílagt við.

Tú fært teldubræv við boðum um, at bíleggingin er strikað.

Nei, tað ber ikki til at nýta virðiskort umborð á okkara ferjum. Vit mæla øllum okkara brúkarum til at stovna sær brúkara í okkara bíleggingarskipan, og at vátta sín bústað, fyri at tryggja sær besta prís og sømdir. Á tínum brúkara hevur tú nú møguleikan at keypa tær eitt árskort til ávísa farleið, ið síðani gevur størri avsláttur, jú oftari tú ferðast.

Hevur tú eitt virðiskort við restsaldo á, ber til at lata kortið inn á farstøðini í Tórshavn, í kioskina umborð á Smyrli ella á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri, og síðani fáa restupphæddina afturgoldna á tína kontu.

Lesandi, ið hava kort frá Studna, kunnu enn, sum áður, møta upp og brúka sítt skúlakorti.

Tað ber framvegis til at bíleggja pláss til el-bil uttan trupulleika. Fyri trygdina umborð vilja vit tó gjarna vita hvussu nógvir el-bilar eru við til hvønn túrin. Tú verður tí biðin um at seta flugubein við el-bil, um tú ferðast við el-bili, tá tú bíleggur pláss til tín bil.

Ja, tað ber væl til at bíleggja pláss til leigubil. Tú kanst upplýsa eina fyribils nummarplátu tá tú bíleggur. Tá ið tú kennir røttu nummarplátuna á bilinum, tú skalt bíleggja til, kanst tú fara inni og gera rættingar í bíleggingini. Tú kanst gera rættingar í bíleggingini fram til 2 tímar undan fráferð (24 tímar undan fráferð á Mykinesleiðini).

GG! Tað er sera týdningarmikið at røtt nummarpláta er upplýst í bíleggingini, tí nummarplátan verður skannað, tá bilurin koyrir umborð. Er nummarplátan ikki røtt verður tú skrásett/ur til ikki at verða møtt/ur upp til túrin, og tú mást tá keypa ferðaseðil umborð, eins og aðrir bilar, ið ikki hava bílagt ferðaseðil áðrenn fráferð.

Sí okkara brúkaravegleiðingar her.

Í løtuni ber ikki til at bíleggja pláss við hesum kortum. Gevur títt Studni - kort tær rætt til at ferðast millum Suðuroy og Tórshavn, kanst tú nýta kortið, tá ið farið verður umborð.
Bólkar, ið nýta ÍSF kort, skulu fylgjast umborð. Eitt umboð í bólkinum avgreiðir ferðaseðlar til allan bólkin undan fráferð.