Keyps- og bíleggingartreytir - Leið 36

Bílegging

Tú kanst bíleggja fram til fráferð.

Børn undir 7 ár ferðast ókeypis, men pláss má bíleggjast til tey.

Tú rindar við gjaldskorti tá tú bíleggur. Ómaksgjald kann koma afturat prísinum, alt eftir, hvat gjaldskort verður nýtt.

Øll, sum bíleggja sær ferðaseðil frammanundan, hava framíhjárætt at sleppa umborð á skipið, um tey møta til ásettu tíð.

 

Møtitíð - ferðandi til gongu

Tú skalt møta í seinasta lagi 10 min. fyri fráferð. Ferðandi, ið koma seinni enn hetta, hava ikki framíhjárætt at sleppa við og ferðaseðilin verður ikki endurrindaður.

 

Bílegging við SSL brúkara:  

Um tú javnan ferðast við Strandferðsluni, kanst tú stovna tær ein SSL brúkara í bíleggingarskipanini og bíleggja við honum.

Vegleiðing at stovna SSL brúkara sæst her

Fyri at bíleggja víð tínum SSL brúkara, skalt tú fyrst rita inn, fylla pening á SSL brúkaran, sum tú so brúkar at gjalda við tá tú bíleggur. Tú rindar við gjaldskorti, tá tú fyllir pening á SSL brúkaran. Ómaksgjald kann koma afturat áfyllingini, alt eftir, hvat gjaldskort verður nýtt.

Tú sært eitt yvirlit yvir bílagdir túrar inni á tínum SSL brúkara.

Tað er neyðugt at bíleggja ferðaseðil, hóast tú hevur SSL brúkara.

Gev gætur! SSL brúkarin gevur ongan avsláttur á Mykinesleiðini.

Uttan SSL brúkara:  

Tú rindar við gjaldskorti, tá tú bíleggur uttan SSL brúkara. Ómaksgjald kann leggjast afturat prísinum, alt eftir hvat gjaldskort verður nýtt.

Kvittan fyri bílegging verður send við telduposti. Hevur tú ikki móttikið kvittan, kanna tá spam-teldupostin og at telduposturin er rættur.

Møtir ferðandi, sum hevur bílagt, ikki upp, verður plássið latið øðrum, og peningur verður tá ikki endurgoldin.

SSL kort

Tað ber ikki til at bíleggja við SSL korti. Tað ber heldur ikki til at møta upp og keypa ferðaseðil við SSL korti á Mykinesleiðini.

 

Avlýsing og broyting av ferðaseðli  

Tú kanst avlýsa tína ferð ella gera broytingar fram til 2 tíma fyri fráferð. Niðast á bíleggingarkvittanini er ein leinkja, har tað ber til at broyta ella strika ferðaseðilin. Um tú hevur bílagt við SSL brúkara, kanst tú bæði strika bílegging og gera broytingar inni á SSL brúkaranum.

Verður bílegging strikað í seinasta lagi 2 tíma fyri fráferð, fært tú alla upphæddina endurgoldna. Eftir hetta ber ikki til at strika bílegging, og tú hevur ikki rætt til at fáa pening endurgoldnan.

 

 

Avlýstur túrur

Um SSL avlýsir ein túr fáa øll ferðandi, ið hava bílagt sær ferðaseðil, peningin afturgoldnan. Bíleggjast má tá av nýggjum. Hevur tú bílagt við tínum SSL brúkara fellur peningurin aftur á tín brúkara.

 

Annað

Tað er egin ábyrgd at tryggja, at tú hevur bílagt til røttu fráferð.

Restpeningur, ið stendur á tínum SSL brúkara, verður bert afturgoldin til føroyskar bankakontoir.

Frá 1. januar 2025 verða treytirnar broyttar, soleiðis at eitt ómaksgjald á 200 kr. verður kravt fyri at fáa peningin afturgoldnan á tína bankakonto (peningur verður einans afturgoldin á føroyskar bankakontoir).

Um tað eru minni enn 200 kr. á tínum SSL brúkara, ber ikki til at fáa peningin afturgoldnan.

Frávik

Fastbúgvandi á Mykinesi hava framíhjárætt til 5 sitipláss millum Sørvág og Mykines, hvønn túr.