Keyps og bíleggingartreytir - Leið 56

Bílegging

Tú kanst bíleggja fram til í seinasta lagi 1/2 tíma fyri fráferð.

Børn undir 7 ár ferðast ókeypis, men pláss má bíleggjast til tey.

Tú rindar við gjaldskorti, tá tú bíleggur. Ómaksgjald kann koma afturat prísinum, alt eftir, hvat gjaldskort verður nýtt.

Øll, sum bíleggja sær ferðaseðil frammanundan, hava framíhjárætt at sleppa umborð á skipið, um tey møta til ásettu tíð.

 

Møtitíð - Ferðandi til gongu

Møtast skal í seinasta lagi 10 min. fyri fráferð. Ferðandi, ið koma seinni enn hetta, hava ikki framíhjárætt at sleppa við, og ferðaseðilin verður ikki endurgoldin.

 

Møtitíð - Akfar

Akfarið skal vera í bíðirøð í seinasta lagi 15 min. fyri fráferð. Bíleggjast má fyri øll, sum eru í bilinum. Men legg til merkis at:

  • Børn undir 7 ár, sum ikki rinda ferðaseðil, kunnu vera í bilinum
  • Fylgjari við rørðslutarnaðum, ið ikki rindar ferðaseðil, kann vera í bilinum

GG!

Starvsfólk hjá SSL hava fullan rætt at avvísa akfari, sum ikki er í bíðirøðini til ásettu tíð. Peningur fyri bíleggingina verður tá ikki endurgoldin.

Bílegging kann bert nýtast til akfar, ið hevur bílagt, t.v.s. at tað er ikki loyvt at lata ferðaseðilin víðari til annað akfar.

Bílegging við SSL brúkara:  

Um tú javnan ferðast við Strandferðsluni, kanst tú stovna tær ein SSL brúkara í bíleggingarskipanini og bíleggja við honum.

Vegleiðing at stovna SSL brúkara sæst her

Fyri at bíleggja víð tínum SSL brúkara, skalt tú fyrst rita inn, fylla pening á SSL brúkaran, sum tú so brúkar at gjalda við tá tú bíleggur. Tú rindar við gjaldskorti, tá tú fyllir pening á SSL brúkaran. Ómaksgjald kann koma afturat áfyllingini, alt eftir, hvat gjaldskort verður nýtt.

SSL brúkarin gevur tær 15% í avsláttri, tá tú bíleggur við SSL brúkara. Avsláttur er tó bert galdandi fyri akfør, ið eru lægri enn 5,5 m, og ferðafólk.

Tú sært eitt yvirlit yvir bílagdir túrar inni á tínum SSL brúkara.

Tað er neyðugt at bíleggja ferðaseðil, hóast tú hevur SSL brúkara.

Uttan SSL brúkara:  

Tú rindar við gjaldskorti, tá tú bíleggur uttan SSL brúkara. Ómaksgjald kann leggjast afturat prísinum, alt eftir hvat gjaldskort verður nýtt.

Kvittan fyri bílegging verður send við telduposti. Hevur tú ikki móttikið kvittan, kanna tá spam-teldupostin og at telduposturin er rættur.

SSL kort 

Tað ber ikki til at bíleggja við SSL-kortum, men tað ber til at stilla seg í bíðirøð fyri bilar, ið ikki hava bílagt pláss, og síðani keypa ferðaseðil umborð við SSL-korti. Er tú til gongu kanst tú gjalda við SSL korti umborð.

Avlýsing og broyting av ferðaseðli

Tú kanst avlýsa tína ferð ella gera broytingar fram til 2 tímar fyri fráferð. Niðast á bíleggingarkvittanini er ein leinkja at strika bíleggingina við. Um tú hevur bílagt við SSL brúkara, kanst tú bæði strika bílegging og gera broytingar inni á SSL brúkaranum.

Um tú strikar bíleggingina í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð, fært tú alla upphæddina endurgoldna. Eftir hetta ber ikki til at strika bílegging, og tú fært ikki peningin endurgoldnan.

Avlýstur túrur

Um SSL avlýsir ein túr fáa øll ferðandi, ið hava bílagt sær ferðaseðil til avlýsta túrin, peningin afturgoldnan. Tú mást tá sjálv/ur bíleggja nýggja ferð.

 

Annað

Tað er egin ábyrgd at tryggja, at tú hevur bílagt til røttu fráferð.

Tað er egin ábyrgd at upplýsa røttu stødd á akfarinum tá tú bíleggur pláss, fyri at tryggja rættan ferðaseðil. Hevur tú upplýst skeiva stødd á akfarinum verður bíleggingin avvíst, uttan at kostnaðurin verður endurrindaður.

Tað er egin ábyrgd at tryggja, at røtt nummarpláta er skrásett í bíleggingini. Er nummarplátan skeivt skrásett verður tú víst/ur til bíðirøð 2, uttan at kostnaðurin verður endurrindaður.

Restpeningur, ið stendur á tínum SSL brúkara, kann bert afturgjaldast til føroyskar bankakontoir.

Frá 1. Januar 2025 verða treytirnar broyttar, soleiðis at eitt ómaksgjald á 200 krónur verður kravt fyri at fáa peningin afturgoldnan á tína bankakonto (peningur verður einans afturgoldin á føroyskar bankakonti).

Um tað standa minni enn 200 krónur á tínum SSL brúkara, ber ikki til at fáa peningin afturgoldnan.

SSL brúkarar, ið ikki hava verið í brúk í 3 ár, verða strikaðir og peningur, ið stendur á brúkarunum, fellur burtur.

Gevið gætur

Um sjúkra-, brand- ella annað akfar í bráfeingis ørindum skal við, verður tað seinasti bilur, sum er komin umborð, sum má lata pláss til bráfeingisakfar.

Frávik

Íbúgvar við borgarakorti hava framíhjárætt til 5 bilbásar og 30 sitipláss frá Klaksvík og úr Syðradali, hvønn túr.