Mannagongd og treytir - Leið 60
Bílegging
Bíleggjast kann 2 mánaðir frammanundan og í seinasta lagi 1 tíma fyri fráferð.
Akfør hægri enn 2,50 m. verða ikki tikin við túrin av Gomlurætt kl 17:20 gerandisdagar og eisini kl. 20.00 fríggjadagar.
Sunnu- og leygardagar kl. 14:00 og kl. 16:35 úr Skopun, verða akfør hægri enn 2,50 m. ikki tikin við uttan at pláss er.
Møtitíð
Akfarið skal vera í bíðirøð í seinasta lagi 15 min. fyri fráferð. Bíleggjast má fyri øll sum eru í bilinum. Men legg til merkis at:
- Børn undir 7 ár, sum ikki rinda ferðaseðil, kunnu vera í bilinum
- Fylgjari við rørðslutarnaðum, ið ikki rindar ferðaseðil, kann vera í bilinum
Manningin hevur fullan rætt at avvísa akfarið, sum ikki er í bíðirøðini til ásettu tíð.
Bílegging kann bert nýtast til akfar, ið hevur bílagt, t.v.s. at tað er ikki loyvt at lata ferðaseðilin víðari til annað akfar.
Bílegg av Gomlurætt til Skopunar
Við vanga:
Tað ber til at skráseta vanga, og bíleggja við honum. Vegleiðing sæst her
Áfylling á vanga kann verða ímillum 80-20.000 kr.
Ferðafólk og bilar undir 5 metrar fáa 15% avsláttur, um goldið verður við vanga.
Neyðugt er at bíleggja, hóast tú hevur vanga.
Møtir akfar, sum hevur bílagt, ikki upp, verður plássið latið øðrum akfari, og peningur verður tá ikki endurgoldin.
Uttan vanga:
Gjaldast skal við gjaldskorti, tá bílagt verður. Dankort er ókeypis at nýta, avgjald kemur á onnur kort. Goldið er fyri báðar vegir, men pláss er bert bílagt av Gomlurætt til Skopunar.
Kvittan fyri bílegging verður send við telduposti. Hevur tú ikki móttikið kvittan, kanna spam-teldupostin.
Møtir akfar, sum hevur bílagt, ikki upp, verður plássið latið øðrum akfari, og peningur verður tá ikki endurgoldin.
Bílegg úr Skopun til Gomlurætt
Við vanga:
Skalt tú bíleggja av Skopun til Gomlurætt, mást tú hava vanga. Goldið verður ikki fyri túrin, men depositum verður tikið fyri bíleggingina. Tí er neyðugt at hava pening tøkan á vanganum fyri depositum, ið svarar til kostnaðin av túrinum.
Møtir tú upp, fært tú depositum endurgoldið inn á vangan. Møtir tú ikki upp, verður depositum ikki endurgoldið.
Áfylling á vanga kann vera ímillum 80-20.000 kr.
Uttan vanga:
Tað ber ikki til at bíleggja uttan vanga úr Skopun til Gomlurætt.
Bíleggja við mánaðarkorti
Um tú hevur ein vanga, kanst tú keypa mánaðarkort til persónbil.
Mánaðarkort kostar 1690 kr, og verður knýtt at ávísari nummarplátu.
Tá ið tú bíleggur fyrstu ferð við mánaðarkortinum, kanst tú bíleggja við hesum kortinum í 30 fylgjandi dagar.
Hevur tú bílagt við mánaðarkorti og ikki møtir upp, fellur ein dagur burtur av kortinum.
Tað er neyðugt at bíleggja, hóast tú hevur mánaðarkort.
SSL-kort
Tað ber ikki til at bíleggja við SSL-kortum, men tað ber til at ferðast við SSL-korti úr bíðirøð 2.
Avlýsa bílegging
Bílagt pláss kann avlýsast í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð. Niðast á bíleggingarkvittan er ein leinkja at strika bílegging. Verður bílegging strikað í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð, verður upphædd afturgoldin, men verður hon strikað minni enn 2 tímar fyri fráferð, verður upphædd ikki afturgoldin.
Broyta bílegging
Bílagdir túrar kunnu ikki broytast, men mugu strikast, og so bíleggjast umaftur.
Avlýsa túr
Um túrur verður avlýstur, verða allar bókingar strikaðar. Bíleggjast má tá av nýggjum.
Annað
Tað er ábyrgd teirra ferðandi at upplýsa røttu stødd á akfari, tá bílagt verður, fyri at fáa rættan ferðaseðil. Um akfar er størri enn bílagt pláss, verður akfarið víst til bíðirøð 2, uttan at kostnaður verður endurrindaður.
Gevið gætur
Um sjúkra-, brand- ella annað akfar í bráfeingis ørindum skal við, verður tað seinasti bilur, sum er komin umborð, sum má lata pláss til bráfeingisakfar.