Ofta settir spurningar - Leið 60
Hvussu bíleggi eg pláss til bilin?
Far inn á heimasíðuna ssl.fo og trýst á Bílegging ovast í høgra horni. Útfyll teigarnar og rinda við gjaldskorti, um tú ikki hevur stovnað vanga. Tú fært eina kvittan fyri bíleggingina á teldupost tín.
Er neyðugt at bíleggja pláss?
Nei, til ber at stilla seg í bíðirøð 2, og er pláss eftir, tá bílagdu bilarnir eru komnir umborð, verða bilar úr bíðirøð 2 tiknir við, til skipið er fult.
Er neyðugt at stovna vanga?
Nei, tú kanst bíleggja uttan at hava vanga og rinda við gjaldskorti.
Er tað ein fyrimunur at stovna vanga?
Ja, tá fært tú 15% í avsláttri fyri bilar undir 5 m og ferðafólk í bilinum.
Hvussu veit eg um pláss er á túrinum, eg ætli mær við?
Um til ber at velja túrin í bíleggingarskipanini, eru pláss eftir at bíleggja. Teir túrar, har øll pláss eru bíløgd, kunnu ikki veljast.
Ber til at koma á bíðilista?
Nei, tað er ongin bíðilisti, víst verður tá til bíðirøð 2 á bryggjuni.
Kann eg avlýsa eina bílagda ferð?
Ja, niðast á kvittanini er eitt leinki, har til ber at strika bíløgu ferðina minst 2 tímar fyri fráferð.
Kann eg broyta eina bílagda ferð?
Ferðin kann ikki broytast, men skal strikast og nýggj ferð bíleggjast
Fái eg peningin aftur, um eg avlýsi ein ferð?
Um ferðin verður avlýst í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð, fært tú peningin aftur. Eftir hetta ber ikki tilat avlýsa.
Fái eg peningin aftur, um eg ikki møti?
Nei, bilar, sum ikki møta til ásettu tíðina, fáa ikki peningin aftur.
Skal kvittanin vísast, tá koyrt verður umborð?
Tað er ikki neyðugt at vísa kvittan, men hon skal havast við hondina t.d. á telefonini, tí eru ivamál, kann manningin krevja at síggja hana.
Kvittanin fyri bíleggingina er ikki komin, hvat geri eg?
Kanna um røtt teldupostadressa er skrásett í bíleggingini, ella um kvittanin kann vera farin í postkassa til óynsktan post.
Eg havi ikki bílagt pláss, kann eg møta kortini?
Ja, tað ber altíð til at stilla seg í bíðirøð 2, bilar verða tiknir umborð, til skipið er fult.
Kann eg lata øðrum bili mín ferðaseðil?
Nei, bíleggingarnar eru skrásettar við nummarplátu, og bert teir bilarnir koma umborð.
Kann eg hava ferðafólk við í bilinum?
Ja, um goldið er fyri ferðafólkini í bíleggingarskipanini. Tó kunnu børn undir 7 ár og hjálparar til rørslutarnað, sum ikki rinda ferðaseðil, vera í bilinum. Øll onnur skulu keypa ferðaseðil og/ella verða skrásetast á dekkinum.
Hvussu veit eg, at bílegging mín er skrásett?
Tú fært kvittan í teldubrævi, sum váttar bíleggingina.
Eg havi skrásett skeiva nummarplátu, hvat geri eg?
Strika bíleggingina, niðast á kvittanini, og bílegg av nýggjum.
Hvussu veit eg, um mín bílegging er strikað?
Tú fært teldubræv við boðum um, at bíleggingin er strikað.
Kann eg gjalda við SSL korti?
Ja, men tá kanst tú ikki bíleggja frammanundan. Tá verður víst til røð 2