Mannagongd og treytir - Hasfjord
Bílegging
Bíleggjast kann 2 mánaðir frammanundan og í seinasta lagi 1 tíma fyri fráferð.
Møtitíð
Akfarið skal vera í bíðirøð í seinasta lagi 15 min. fyri fráferð. Bíleggjast má fyri øll sum eru í bilinum. Men legg til merkis, at børn undir 7 ár, sum ikki rinda ferðaseðil, kunnu vera í bilinum
Manningin hevur fullan rætt at avvísa akfar, sum ikki er í bíðirøðini til ásettu tíð.
Bílegging kann bert nýtast til akfar, ið hevur bílagt, t.v.s., at tað er ikki loyvt at lata ferðaseðilin víðari til annað akfar.
Bílegg av Gomlurætt til Skopunar
Við vanga:
Tað ber til at skráseta vanga, og bíleggja við honum. Vegleiðing sæst her
Áfylling á vanga kann verða ímillum 80 kr og 20.000 kr.
Neyðugt er at bíleggja, hóast tú hevur vanga.
Uttan vanga:
Gjaldast skal við gjaldskorti, tá bílagt verður. Tú kanst nýta Master card, Dankort og Visa Dankort, har ymiskar upphæddir eru fyri ómakasgjald. Goldið er fyri báðar vegir, men pláss er bert bílagt av Gomlurætt til Skopunar.
Kvittan fyri bílegging verður send við telduposti. Hevur tú ikki móttikið kvittan, kanna spam-teldupostin.
Møtir akfar, sum hevur bílagt, ikki upp, verður plássið latið øðrum akfari, og peningur verður tá ikki endurgoldin.
Bílegg úr Skopun til Gomlurætt
Við vanga:
Skalt tú bíleggja av Skopun til Gomlurætt, mást tú hava vanga. Goldið verður ikki fyri túrin, men depositum verður tikið fyri bíleggingina. Tí er neyðugt at hava pening tøkan á vanganum fyri depositum, ið svarar til kostnaðin av túrinum, tað er helvtin av ferðaseðlaprísinum.
Møtir tú upp, fært tú depositum endurgoldið inn á vangan. Møtir tú ikki upp, verður depositum ikki endurgoldið.
Áfylling á vanga kann vera ímillum 80 kr til 20.000 kr.
Uttan vanga:
Tað ber ikki til at bíleggja uttan vanga úr Skopun til Gomlurætt.
SSL-kort
Tað ber ikki til at bíleggja við SSL-kortum.
Avlýsa bílegging
Bílagt pláss kann avlýsast í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð. Niðast á bíleggingarkvittan er ein leinkja at strika bílegging. Verður bílegging strikað í seinasta lagi 2 tímar fyri fráferð, verður upphædd afturgoldin, men verður hon strikað minni enn 2 tímar fyri fráferð, verður upphædd ikki afturgoldin.
Broyta bílegging
Bílagdir túrar kunnu ikki broytast, men mugu strikast, og so bíleggjast umaftur.
Avlýsa túr
Um túrur verður avlýstur, verða allar bókingar strikaðar. Bíleggjast má tá av nýggjum.
Annað
Tað er ábyrgd teirra ferðandi at upplýsa røttu stødd á akfari, tá bílagt verður, fyri at fáa rættan ferðaseðil. Um akfar er størri enn bílagt pláss, verður akfarið víst úr bíðirøðini, uttan at kostnaður verður endurrindaður.
Gevið gætur
Um sjúkra-, brand- ella annað akfar í bráfeingis ørindum skal við, verður tað seinasti bilur, sum er komin umborð, sum má lata pláss til bráfeingisakfar.